Ongi úrslit

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

"Javnstøða eigur ikki at verða fatað sum eitt “nullsumsspæl” millum kvinnur og menn. Tað er eingin mótsetningur í at verja kvinnurættindi og samstundis at taka trupulleikarnar hjá dreingjum, monnum og pápum í álvara. "

Ingi Kárason Midjord
7 tímar síðan

Javnstøðukjakið verður ofta umrøtt sum eitt mál um kvinnur. Tað er skilligt, tí nógv er vunnið fram, tí fólk hava torað at varpa ljós á órætt og skeivar bygnaðir. Men skulu vit veruliga taka javnstøðu í álvara, mugu vit eisini tora at tosa um tey økini, har dreingir, menn og pápar eru aftanfyri. Tí hagtølini vísa, at teir hava stórar avbjóðingar, bæði hvat ið viðvíkur skúla, hægri lestri, eins og innan trivnað og familjulív.

Hettar er ikki bert ein kensla ella ein einstøk søga. Gransking frá ROCKWOOL-Fonden í Danmark vísir, at gentur og kvinnur klára seg betur enn dreingir og menn í 17 av 23 lívshendingum frá føðing til pensjón. Kanningin vísir eitt greitt mynstur: dreingir og menn eru aftanfyri á fleiri avgerandi økjum gjøgnum stóran part av lívsleiðini, og munurin sæst longu frá barnaárunum. Longu tá ið børnini eru heilt smá, standa dreingir seg verri í týðandi mátingum av málsligari menning. Í ungdómsárunum eru tað fleiri dreingir enn gentur, ið hava eina psykiatriska diagnosu, eins og fleiri menn enn kvinnur fremja brotsverk. Kanningin vísir, at menn bert liggja frammanfyri í trimum av 23 lívshendingum, har tvær av teimum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin. Hóast talan er um donsk tøl, so er hettar eisini viðkomandi hjá okkum, tí nógv av teimum somu mynstrunum síggjast eisini her á landi.

Tað er eingin mótsetningur í at verja kvinnurættindi og samtíðis krevja, at javnstøðukjakið eisini fevnir um dreingir, menn og pápar. Tvørturímóti er tað júst tað, ið verulig javnstøða eigur at snúgva seg um.


Innan útbúgving eru dreingir og ungir menn aftanfyri

Innan útbúgvingarøkið er mynstrið púra greitt: dreingir og ungir menn stríðast, og sæst hettar bæði í føroyskum hagtølum, eins og í høgtølum úr okkara grannalondum. 


Um vit byrja í Danmark, so vísa so at siga allar kanningar, at dreingjabørn í fólkaskúlanum hava havt stórar avbjóðingar, ið bert eru vaksnar yvir mong ár. Í Danmark hevur man samanborið próvtølini hjá dreingjum og gentum í 9. flokki frá 2008 og  til 2024, har dreingir so at siga á hvørjum árið hava verið aftanfyri, og er munurin eisini versnaður. Miðalpróvtalið hjá dreingjum er vaksið úr 6,2 í 2008 til 6,7 í 2024, ímeðan miðalpróvtalið hjá gentum er vaksið úr 6,7 í 2008 til 7,6 í 2024. Munurin í millum miðalpróvtølini hjá dreingjum og gentum er altso vaksin úr 0,5 til 0,9 karakterstig, ið svarar til 80%.


Munurin sæst eisini aftur longri frammi á lestrarleiðini. Her vísa tøl úr Danmark frá 2021, at 51,2% av kvinnunum í aldursbólkinum 25-30 ár høvdu lokið hægri útbúgving, samanborið við 36,4% av monnunum. Her er gloppið eisini vaksið munandi yvir seinastu árini og er næstan tvífaldað síðani 2005. 

Og hettar mynstrið, ið sæst í Danmark, sæst eisini í Føroyum. Tøl frá Studna vísa, at kvinnur í nógv ár hava verið í meiriluta á miðnámi í Føroyum. Nýggjastu tølini, ið eru tøk (2019/20) vísa, at tá gingu 1.195 kvinnur og 787 menn á miðnámi, svarandi til eitt kynsbýti á umleið 60/40. Sama mynstrið ger seg galdandi á hægri lestri, har tølini fyri skúlaárið 2023/24 vísa 1.102 kvinnur og 748 menn - aftur eitt kynsbýti á umleið 60/40.

Mistrivnaður og sjálvmorð kunnu ikki tigast burtur

Avbjóðingarnar enda ikki í skúlanum, tí hyggja vit eftir tølunum viðvíkjandi trivnaði og sjálvmorði, so síggja vit, at munurin ikki bert snýr seg um karakterir og prógv. Tølini viðvíkjandi sjálvmorði eru smá frá ári til árs, og tí eiga tølini at lesast yvir eitt størri áramál. Hyggja vit eftir tølunum frá 2015-2024 sæst, at 19 menn og fýra kvinnur doyðu fyri egnari hond. Tølini skulu greinast varliga, men tó kemst ikki uttanum, at har er eitt greitt kynsmynstur.

Sama mynstur sæst í Danmark og kring heimin, har menn í stóran mun eru yvirumboðaðir í sjálvmorðstølunum. Sostatt er hettar ikki bert eitt lokalt føroyskt fyribrigdi, men ein breiðari, heimsumfatandi trupulleiki, ið eisini rakar menn og dreingir hjá okkum. Javnstøðukjakið eigur eisini at fevna um hettar. Tað sæst alt ov oftani, at mistrivnaður hjá dreingjum og monnum verður tagdur burtur í prátinum um lønargjógv og nevndarsessir. Tá ið menn í nógv størri mun enn kvinnur fremja sjálvmorð, so eigur eitt samfelagsligt ávaringarljós at blunka, so hetta verður tikið í álvara. 


Pápar sakna framvegis javnbjóðis rætt til síni børn

Á familjurættarliga økinum er mismunurin ikki bara mentanarligur ella praktiskur, mismunurin er eisini formligur. Hóast pápar, sambært avgerðarsavninum hjá Javnstøðunevndini, hava gjørt vart við trupulleikan í áratíggju, so er útgangsstøðið í lógini enn, at mamman stendur sterkari viðvíkjandi foreldramyndugleika, tá ið foreldrini ikki eru gift.

Eftir galdandi foreldramyndugleikalóg hevur mamman sum útgangsstøði foreldramyndugleikan einsamøll, tá ið foreldrini ikki eru gift, uttan so at foreldrini hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika, ella kunnu prógva felags bústað ella samlív í teir seinastu 10 samanhangandi mánaðirnar, áðrenn barnið varð føtt.

Hettar merkir, at pápin framvegis, í 2026, sum útgangsstøði ikki er javnsettur mammuni. Ein pápi kann sjálvandi fáa rættarstøðuna javnaða, men fyrst má hann uppfylla serligar treytir, ella má hann inn í skipanina at berjast fyri sínum rætti.

Børn koma jú eisini til verðina uttan fyri hjúnaband og uttan fyri skrásett samlív. Tá ger verandi skipan tað, at pápin í fleiri førum stendur veikari frá fyrsta degi, hóast hann bæði vil og kann vera eitt javnbjóðis foreldur. Tað rakar ikki bara pápan - tað rakar eisini barnið, sum eigur at hava javnbjóðis rætt til bæði foreldur.


Betri javnstøða fyri pápan kann eisini merkja betri javnstøða fyri mammuna

Hendan skipanin rakar nevniliga ikki bara pápar. Hon leggur eisini eina sera stóra praktiska og fíggjarliga byrðu á mammur. Tøl frá Familjufyrisitingini vísa, at 3.186 børn í 2024 búðu hjá øðrum foreldrinum; 2.903 búðu hjá mammuni og 283 hjá pápanum. Tað merkir, at umleið 9 av 10 av teimum børnunum, sum bara búðu hjá øðrum foreldrinum, búðu hjá mammuni.

Somu tølini vísa, at 74% av umsóknunum um samveru í 2024 komu frá samveruforeldrinum - altso tí foreldrinum, ið barnið ikki hevði skrásettan bústað hjá. Tað sigur heilt greitt, hvør tað oftast er, ið noyðist inn í tungu skipanina at berjast fyri sambandi við barn sítt.

Í almennu stuðulsskipanunum sæst sama mynstur. Sambært tølum fyri 2024 vóru umleið 9 av 10 móttakarum av familjuískoyti og serligum barnaískoyti kvinnur. Tað eigur ikki bert at verða lisið sum ein trupulleiki hjá monnum, men eisini sum ein ábending um, at mammur framvegis bera nógv størri part av tí dagligu, praktisku og fíggjarligu ábyrgdini eftir samlívsbrot.

Við øðrum orðum: betri javnstøða fyri pápar hevði ikki verið eitt álop á mammur. Tvørturímóti kundi tað verið ein liður í at býta meira ábyrgd, meira umsorgan og meira dagligt arbeiði javnari millum foreldrini – betri rættindi, merkir størri ábyrgd.


Vit kunnu ikki bíða eftir almennum stovnum, politikkarar mugu koma á banan

Javnstøðunevndin er ein av teimum almennu stovnunum, ið sigst  at virka fyri at ”beina burtur allan mismun vegna kyn”. Tó er veruleikin tíanverri ein annar, tí nevndin næstan bara at brúkar orku upp á kvinnurættindi og økini har kvinnur stríðast. 

Hettar sæst púra greitt, um man skoðar aftur í tíð. Pápar hava, sum nevnt omanfyri, í áratíggju (síðani 1995) javnan kært sína neyð um væntandi foreldrarættindi. Hóast hettar, so var Javnstøðunevndin ongastaðni at finna í 2022 í samband við lógarbroytingina innan familjurættarliga økið. Javnstøðunevndin brúkti samtíðis nógva orku uppá, at blanda seg í kjakið um nýggja fosturtøkulóg, hóast javnstøðutrupulleikin var torførur at síggja í tí kjakinum, í øllum førum hvat ið viðvíkti forholdinum millum kvinnur og menn. 

Manglandi áhugin fyri mannfólkarættindum hjá Javnstøðunevndini  kom týðiliga til sjóndar í samband við kommunuvalið í 2024. Hettar sást í Degi og Viku tann 4. novembur 2024, har eitt innslag var um kynsbýtið millum tey uppstillaðu, ið gingu á Glasir. Har varð varpað ljós á, at seks ungar kvinnur stillaðu upp til kommunuvalið (sum í sær sjálvum er fantastiskt), men samtíðis var eingin ungur maður uppstillaður - altso eitt kynsbýtið á 100/0. Hettar kynsbýtið, har eingin ungur maður var uppstillaður, metti forkvinnan í Javnstøðunevndini als ikki verða ein trupulleika – eitt sjónarmið, ið er púra skelkandi frá tí stovninum, ið annars á papírinum, skal sigast at arbeiða fyri javnstøðu, So mikið er vist: var kynsbýtið umvent, so var hettar ivaleyst ein sera álvarsligur trupulleiki.

Vónandi verða framtíðar limir í nevndini útnevndir soleiðis, at teir arbeiða fyri javnstøðu í breiðastu merking og umboða bæði kynini. Hóast nevndin hevur verið til í fleiri ár, so kann hon ikki sigast at hava umboðað bæði kynini á nøktandi hátt.


Vit mugu víðka um kjakið viðvíkjandi javnstøðu

Javnstøða eigur ikki at verða fatað sum eitt “nullsumsspæl” millum kvinnur og menn. Tað er eingin mótsetningur í at verja kvinnurættindi og samstundis at taka trupulleikarnar hjá dreingjum, monnum og pápum í álvara. 

Javnstøðukjakið má virka breitt, soleiðis at man kann fevna um bæði kynini - eisini dreingirnar, sum dragna afturúr í skúlanum, menninar, sum eru harðari raktir av sjálvmorði og mistrivnaði, og páparnar, sum framvegis ikki eru javnstillaðir innan familjurættin.

Skulu vit veruliga tosa um javnstøðu áðrenn, og aftaná, løgtingsvalið, so mugu vit tora at varpa ljós á øll tey øki, har samfelagið svíkur – eisini har tað eru dreingir og menn, ið bera tann stóra kostnaðin.


Grundað á upplýsingar og hagtøl frá: Studna, Familjufyrisitingini, Almannaverkinum, Hagstovuni, Danmarks Statistik, ROCKWOOL-Fonden og Dansk Arbejdsgiverforening.


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34