Seinast býráðsfundur í Havn, sum vr hóskvøldið, fekk ein nokk so dramatiskan enda, tí har hendi tað óvanliga, at tveir býráðslimir rýmdu av fundi.
Tað var tá ið býráðið skuldi viðgera uppskotið um at útvega lendi til at byggja eina 300 lestrarbústaðir í Havn.
Talan er um eitt stykki aftan fyri Eirargarð, niðan ímóti Heygsvegnum, sum ætlanin er at taka til lestrarnústaðir.
Málið varð sett á dagsskránna hjá býráðnum í evstu løtu áðrenn fundin og tað fekk Trónd Sigurðsson, býráðslim fyri Kommunulistan, at mótmæla.
Hann segði, at hann hevði biðið um at fáa málið á skrá í tveir mánaðir, men tað hevði meirilutin í býráðnum noktað honum.
Og nú varð tað brádliga sett á skrá, uttan at freistin upp á átta dagar varð hildin og tí mótmælti hann, at tað kom til viðgerðar.
Tá ið Elsa Beg, borgarstjóri kortini setti málið á skrá, rýmdu báðir býráðslimirnir hjá Kommunulistanum, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, av býráðsfundinum.
Seinastu orðini áðrenn frá Tróndi Sigurðsson, áðrenn hann fór av fundinum vóru, at teir fóru at kæra embætisførsluna hjá borgarstjóranum fyri Kommunala Eftirlitinum.
– Tú eru vælkomin, svaraði Elsa Berg.
Býráðslimirnir fyri Fólkaflokkin, sum eisini eru í minnilutanum, hevði eina aðra støðu, tí tey taka undir við málinum, hóast tey ikki eru samd í framferðini.
Tey tóku undir við uppskotinum, tí tey halda, at hetta málið hevur størri týdning enn ein lítil umsitingarligt mistak.