Ongi úrslit

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað hevur verið nógv kjak um tann førda fíggjarpolitikkin og samgongan hevur eisini staðið fyri skotum fyri at hava hall á fíggjarlógini í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð.

Mett hevur verið, at í fjør fór hallið á fíggjarlógini at vera yvir 350 milliónir. Men nakað síðani kom Búskaparráðið við eini nýggjari meting, tí nú søgdu tey, at hallið í fjør fór at verða einar 50 milliónir.

Men í valsending á FM1 nú seinnapartin, váttaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at roknskapurin fyri í fjør, er liðugur.

Og endaliga úrslitið er, at í fjør gav fíggjrlógin ikki hall, men eitt lítið avlop.

– Avlopið er ikki stórt, men tað var so eitt avlop, segði Aksel V. Johannesen.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hon hevur ikki fingið formlig boð um, at arbeiðið at gera árið í fjør upp, var heilt liðugt.

Men hon sigur, at seinast hon visti, bendi alt á, at tað fer at verða eitt lítið avlop á fíggjarlógini fyri í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46