Ongi úrslit

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað eru fá sum fara til handils, og sum sita eftir við eini kenslu av, at tað er blivið bíligari at liva, tí tað kostar alsamt meiri at fylla vørukurvina.

Tí er tað eitt sindur óvæntað, at tey nýggjatu tølini frá Hagstovuni vísa, at sum heild er tað blivið bíligari at liva í Føroyum.

Hagstovan sigur nevniliga, at sum heild er tað blivið 0,2 prosent bíligari at liva í Føroyum.

Hagstovan sigur, at hetta merkir, at fyri fyrstu ferð í fimm ár er prístalið nú lækkað. Annars eru prísirnir, sum heild, hækkaðir 20 prosent hesi seinastu fimm árini.

Hagstovan sigur, at rentan er lækkað nógv, og at tað serliga er tað, sum dregur prístalið niður.

Miðalrentan er lækkað meir enn 38 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður góð seks prosent.

Annars eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir 2,5 prosent hetta seinasta árið. Hesi seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar góð 30 prosent.

Tað eru serliga kaffi, te og kakao, sum eru dýrkað og tey eru dýrkað næstan 17 prosent. Kjøt er næstan 9 prosent dýrari nú, og fiskur er næstan 7 prosent dýrari. Av kjøtvørum eru tað neytakjøt og svínakjøt, sum er dýrkaði mest.

Prísurin á grønmeti er lækkaður, og tað er helst tí frá at mvg ikki longur verður lagt á hesar vørur.  Prísurin er lækkaður 9,3 prosent

Prísirnir á rúsdrekka og tubbakki eru hækkaðir 8,6 prosent.

Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

18 tímar síðan

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59