Í dag hevur býargartnarin í Havn verið niðri í Skálatrø har hann hevur kappað eitt stórt træ niður.
Talan er um eitt stórt og flott træ, sum hevur staðið niðan fyri Glitnir.
Men í hørðu hvirlunum um vikuskiftið varð tað brákað so mikið, at tað var óforsvarligt fyri trygdina at lata tað standa.
Tað sveiggaði so illa í storminum, at stúrt varð fyri at tað brotnaði heilt av, og tað kundi elvt til óbótaligan skaða.
Býargartnarin harmaðist um træið, men tað stóð ikki til at bjarga og av trygdarávum var einki at gera uttan at kappa tað av.
