Ongi úrslit

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Jonhard Hammer
3 tímar síðan

Enn ein feilur er funnin í fínteljingini av løgtingsvalinum, og nú er Jóhan Christiansen aftur í løgtinginum

Tjóðveldi fekk 6 tingfólk á løgtingsvalinum hesaferð. Valkvøldið var niðurstøðan, at Jóhan Christiansen varð valdur sum nummar 6 á listanum hjá Tjóðveldi. Hann fekk 307 atkvøður. Eirikur í Jákupsstovu fekk 304 atkvøður og var tí júst ov stuttur at koma í løgtingið.

Fínteljingin av løgtingsvalinum, sum varð gjørd fyrr í vikuni, broytti úrslitið. Eirikur í Jákupsstovu fekk 9 atkvøður aftrat í fínteljingini, meðan Jóhan Christiansen fekk 2 atkvøður aftrat. Eirikur yvirhálaði tí Jóhan Christiansen við trimum atkvøðum og varð valdur ístaðin. 

Men nú er støðan aftur broytt. Ein feilur var í fínteljingini. Eirikur í Jákupsstovu skuldi bert hava 5 atkvøður aftrat, og Jóhan Christiansen skuldi hava 3 atkvøður aftrat. Harvið er endaliga úrslitið, at Jóhan Christiansen fekk 310 atkvøður, og Eirikur í Jákupsstovu fekk 309 atkvøður. 

Niðurstøðan hjá løgtingsvalnevndini í morgun er tí, at Jóhan Christiansen nú er innanfyri aftur, og Eirikur Jákupsstovu er uttanfyri.

– Tíverri vóru nakrar atkvøður bólkaðar skeivt í fínteljingini. Vit harmast minstakið, men vit hava rættað tað, og nú er greitt, at Jóhan Christiansen er valdur í løgtingið og ikki Eirikur í Jákupsstovu, sigur Malan Johansen, forkvinna í løgtingsvalnevndini. 

 Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Eiriki í Jákupsstovu, men Jóhan Christiansen fegnast. 

 – Eg var sjálvandi fegin um at fáa boðini í morgun, og tað fyrsta, eg gjørdi, var at ringja til Eirik í Jákupsstovu at siga honum, at eg var keddur av, at hann endaði uttanfyri aftur. Hann trúði tí ikki. Hann helt, at eg sendi hann apríl, sigur Jóhan Christiansen. 

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

18 tímar síðan

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

3 tímar síðan

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01