Ongi úrslit

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

Gwendolyn Blaga Philbrow, MSc in Sustainable Development; Earth System Governance
3 tímar síðan

Olja tykist vera ein stórur partur av lyftunum hjá politikarum, sum stilla upp til løgtingsval. Eg vil bara minna á, við hesum lesarabrævinum, at eitt haldført og reint umhvørvi er grundarlagið undir okkara trivna sum menniskju á hesi jørð.

Eg kundi tosa í ævir um hví tað, tekniskt, fíggjarliga, etiskt og umhvørvisliga, er rætta leiðin at leggja um til grøna orku, og generelt at umhugsa okkara búskaparskipan og samfelags virðir og atburð.

Men eg vil við hesum vísa á veruleikan, soleiðis at tá einstaklingar tosa um at vit “mugu bora eftir olju” ella at veðurlagsbroytingar “hava altíð verið til”, so vita vit at:

Næstan 90% of Co2 útlát kemur frá fossil brennievni (olja, gas, kol) https://www.un.org/.../science/causes-effects-climate-change

Ídnaðarvirksemið, sum nútímans samfelag er bundið at, hevur økt um mongdina av koltvíoxidi í lofthavinum við nærum 50% síðani 1750. Henda øking stendst av menniskjaligum virksemi, sum sæst á serligum isotopiskum eyðkennum. Sambært sætta frágreiðingini frá Intergovernmental Panel on Climate Change er greitt, at økingin í CO₂ og metan stendst frá menniskjum, og at menniskjalig ávirkan er høvuðsorsøkin til nógvar broytingar í jarðskipanina. https://science.nasa.gov/climate-change/causes/

Føroyingar eru ímillum londini við hægst co2 útlát per íbúgva í heiminum (umhvørvisstovan) - meir olja merkir vit flyta okkum enn longur burtur frá okkara ábyrgd at náa málini vit hava sett okkum, bæði altjóðamál (París sáttmálin) og tjóðarmál (Føroyar netto-nul 2050).

Útlátið í 2030 má minka við 40% samanborið við støðið í 2019 fyri at avmarka ein hitavøkstur á 1,5°C samanborið við fyri industriella hitastøðið – vit hava bert fýra ár eftir at náa hettar, men politikkarir vilja bora eftir olju? https://www.unep.org/resources/emissions-gap-report-2025

Sambært IPCC verður mett, at ein globalur hitavøkstur upp á 1,5°C yvir fyri industriella støðið fer at økja um títtleikan av ógvusligum veðurlagshóttanum/avbjóðingum, elva til munandi tap av lívfrøðiligum margfeldi og seta í gongd óafturvendandi skaðar á vistfrøðiligar skipanir, t.d. at 70–90% av korallrivum hvørva, ið eru grundarlagi undir okkara størstu vinnu! Um vit halda áframt sum vanligt, eru vit áveg til ein hitavøkstur á 3°C í 2100. Stutt sagt, vit mugu gera rættiliga skjótt av.

Harumframt sigur International Energy Agency (IEA), sum nógvir politikkarir vísa skeift á fyri at “prógva” okkara oljutreytan, at avmarka globala upphiting til 1,5°C krevur netto-null leiðin hjá IEA eina skjóta minking í útláti. Hettar merkir, sigur IEA, at eingin nýggj langtíðar verkætlan innan olju, gassi ella koli er neyðug og tíksil má stegðast.Net Zero by 2050 – Analysis - IEA

At avmarka hitavøksturin til 1,5°C í staðin fyri 2°C er avgerandi fyri at minka um váðan fyri mattrygd, vatnveiting og heilsu hjá menniskjum https://www.ipcc.ch/sr15/

MEN øll lond í heiminum hava longu uppliva avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. T.d. eru uml 20 millíonir flóttar um árið vegna veðurlagsbroytingar. https://www.unhcr.org/.../unhcr-report-reveals-extreme....

EU má brúka 70 BILLIÓNIR EVRUR uppá tillaging ímóti veðurlagsbroytingum UM ÁRIÐ fram til 2050. Tá er mitigation og missur og skaði ikki írokna. Ei heldur er hædd tikin fyri pengunum vit burdu givið til londini sum longu uppliva ógvusligar avleiðingar av veðurlagsbroytingum, men sum søgulia, hava haft minst ávirkan á okkara núverandi støðu.

https://climate.ec.europa.eu/.../eu-needs-invest-eu70...

Og um vit hugsa um kríggj , so siga vísindafólk at grøn orka er tann besti møguleikin at tryggja sjálvbjargna orku https://news.un.org/en/story/2026/03/1167135

Gwendolyn Blaga Philbrow,

MSc in Sustainable Development; Earth System Governance 

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

20. mars kl. 13:01

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59