Ongi úrslit

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

Gretchen Rasmussen
1 tími síðan

Tað er als ikki ofta at eg vil markera meg alment sum ein útlendingur; eg havi jú altíð gingið inn fyri at arbeiða hart fyri at verða integrerað í samfelagið. Tó aftaná at eg havi verið á valfundi, og roynt at fylgja við ymiskum valfundum kring landið, siti eg eftir við nøkrum viðmerkingum.

Útlendsk arbeiðsmegi og integratión hava verið umrødd og markerað av ymiskum orsøkum, sum nakað ið hevur stóran týdning undir hesum valstríðnum.

Eg vil heita á politisku flokkarnar um at royna at seta seg inn í skipanir og seta seg í samband við útlendingar sum hava upplivað - og gjøgnumgingið alla ringrásina.

Tað ber ikki til bara at siga, at "útlendingar mugu tíma at integrera seg ". Tað er eisini alneyðugt at hava skipanir sum lofta teimum, sum vilja integrera seg.

Tað er ringt at læra eitt mál, ið hevur lítið tilfar - næstan einki, sum man kann brúka heima við hús, um man vil royna at læra sjálv, tí tað er ikki lætt, serliga nú tá alt er vorðið dýrari, at fara niður í tíð fyri at fara í skúla at læra seg føroyskt.

Mann fær ikki studning fyri at ganga á málskeiði.

Skeið eru heldur ikki til øll. Summi eru komin til tað staðið, at tey mangla møguleikar at pussa mállæruna. Onkur annar hevur brúk fyri meira enn 20 tímum. Summi ganga á skeið í fleiri ár og koma ongantíð har til, at tey duga flótandi føroyskt, tí tey hava ikki so nógvar møguleikar at brúka tað í praksis. Tað sama kann verða sagt um føroyingar, sum eru føddir og uppvaksnir uttanlands; at tað krevur eina eyka hond.

FSA er eitt nýtt øki undir konstantari menning- og trýsti. Tá eg kom til Føroyar í 2017, var einki FSA tilboð. Tað var eitt skeið, sum kvøldskúlin í Tórshavnar kommunu royndi at skipa fyri, tí tørvurin var so stórur. Sjálvandi royndu aðrar kommunur at skipa fyri líknandi tilboðum, men tað besta var í Havn.

Í dag hevur landsstýrið endiliga fingið tað við, at tað ber als ikki til at læra útlendingar føroyskt á sama hátt, sum tey royna at læra føroysk børn, sum eru uppvaksin við málinum.

Men enn manglar millum annað tilfar, undirvísingartímar, útbúnir undirvísarar, fígging og politisk raðfesting. Trupulleikarnir hava verið í longri tíð, so summi hava stríðst við at integrera seg so leingi, at álitið á, at hesi "FSA" skeið fara at hjálpa, er kanska heldur ikki til staðar. Jú, tað føroyska samfelagið rúmar nógvum, men tað er framvegis ikki lætt at sleppa uppí, at koma inn í samfelagið, har øll kennast og nógv eru uppvaksin saman. Familjur

plaga at vera raskar at royna at hjálpa útlendingum, tá teir koma henda vegin,men ikki øll koma til familjur, ið kunnu lofta sær av eini ella aðrari orsøk.

Hatta er orsøkin til, at landið eisini má taka hond í at skipa fyri møguleikum - og tryggja rættindi til útlendingar soleiðis, at teir fáa ta hjálpina, teir hava tørv á.

Føroyingar uppliva tað eisini, tá teir flyta frá einari bygd til ta næstu - tað er heldur ikki lætt hjá føroyingum at koma inn í nýggja umhvørvið. Hetta er orsøkin til, at tað eisini krevur eina hugsjónarliga broyting í samfelagnum, vit mugu eisini duga at bjóða fólki inn- hóast tey ikki duga føroyskt enn.

Tað ber ikki til at seta lógarkrøv og forlanga, at øll duga, uttan at hava skipanir, sum gera tað møguligt at røkka krøvunum.

Tað er sannlíkt, at tað hevur eydnast hjá summum at læra málið og integrera seg, men menniskju eru ymisk og hava ymiskar sterkar síður, og tí hava summi meira brúk fyri aktivari hjálp enn onnur.

Tað kemur fram ferð eftir ferð í Degi og viku, at útlendingar stilla seg fram og biðja um hjálp, men eingin hjálp er at fàa, ella tilfar er ikki til! Vit koma hendan vegin við flottum útbúgvingum, enntá útbúgvingum sum høvdu verið til gagns fyri samfelagið, m.a sjúkrasystrar og námsfrøðingar.

Føroyar hava ikki allan avgerðarrætt, tá tað ræður um úlendingamál. Í sambandi við at søkja statsborgaraskap, er tað danskir politikarar, ið taka avgerðina, og fleiri detta ímillum av hesum. Harafturat eru tað so ræðuliga nógvir mátar at koma til Føroya uppá - summi koma gjøgnum fast-track, onnur gjøgnum aðrar skipanir í sambandi við arbeiði, nøkur sum flóttar, og summi ti tey hava føroyskan maka.

Øll hesi hava ikki sama tørv og somu ætlanir. Raðfesting hevði ikki bert stuðlað útlendingum í at læra málið og mentanina, men eisini bøtt arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum landið forvæntar skulu lofta útlendingunum, t.d dagstovnar, fólkaskúlar o.s.fr.Loysnin eigur eisini at taka støðu til ábyrgdini hjá landinum, og hvørja ábyrgd arbeiðsgevarar eiga at hava, tá teir taka útlendingar hendan vegin.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46