Antizionisma er nýggjasta útgávan av jødahatri, og er blivin meir sjónlig í okkara samfelag og londunum rundan um okkum síðani álopið á Ísrael 7. oktober 2023, framt av Hamas, Islamic Jihad, PFLP og øðrum.
Tann mest sjónligi antizionistiski felagsskapurin í Føroyum í dag er ‘Samhugi við Palestina’. Hesin felagsskapur hevur javnan havt tiltøk á Vaglinum í Havn síðani november 2023, har ymiskar talur eru bornar fram, samstundis sum nógv av virkseminum eisini er farið fram á sosialu miðlunum. Hóast retorikkurin undir hesum felagsskapi skiftir frá útsøgnum um samhuga og rættvísi og til radikalar útsagnir – eitt nú at intifada skal førast í Føroyum - so hevur hetta ikki forðað nøkrum av okkara lands- og býráðspolitikkarum at luttaka og halda røður á hesum tiltøkum, har eggjan til intifada, og at knúsa zionismuna - tað er rætturin hjá jødum at skipa seg sum tjóð – fer fram. Umframt áhaldandi demonisering av ísraelum sum heild.
Í valstríðinum til løgtingsvalið í mars 2026 vóru nøkur valevni frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn, sum settu andlit á eina kampanju hjá Samhuga við Palestina, har hesi heittu á Ísrael um at halda altjóða lóg og virða mannarættindini.
Fyri vanliga føroyingin, sum ikki fylgir so væl við, hvussu antizionisman hevur tikið skap í Føroyum síðani 7.10.2023, ljóðar hetta kanska sum eitt rímiligt átak, sum ringt er at vera ósamdur við. Men samstundis ber hesin felagsskapur ferð eftir ferð greiðan antizionistiskan boðskap fram. Og tá ið politikkarar, sum skulu seta lóg og tryggja frið í hesum landi, seta andlit á ein antizionistiskan felagsskap, har nýggjasta útgávan av jødahatri ‘’blómar’’, so er hetta tekin uppá manglandi tilvit um, hvussu skaðilig antizionisman er. Ella er hetta eitt ávaringartekin um, hvussu nýggjasta útgávan av jødahatri verður góðtikin í Føroyum og beinleiðis stuðlað av ávísum politikkarum. Hetta eigur ikki at vera góðtikið.
Endamálið við hesi grein er ikki at siga, at kritikkur av Ísrael er antisemitisma ella jødahatur. Endamálið við hesi grein er at vísa á, at antizionisma er ikki legitimur kritikkur av einum stati, og tað ber til at kritisera Ísrael uttan at tað er antizionisma. Eg fari fyrst at lýsa, hvat antizionisma er, og síðani at vísa á nøkur dømir, sum eru borin fram undir felagskapinum ‘Samhugi við Palestina’.
Jødahatur hevur víst seg í ymiskum skapi og ideologiskum rammum ígjøgnum tíðina. *Jødahatur verður her brúkt sum eitt felagsheiti fyri ymisk sløg av ágangi, missmuni ella hatri til jødar uppígjøgnum tíðirnar undir ymiskum lýsingum. Mær dámar ikki orðið ‘hatur’, tí tað eru ikki øll, sum neyðturviliga bera uppá ein brennandi hatur til jødar, men sum tó kunnu fremja missmun til jødar uttan at vera so tilvitað um tað. Jødahatur kann eisini skiljast meira passivt sum ótilvitað diskriminatión, men so missir heitið eisini týdning, tí Holocaust var ikki bara diskriminatión. Tískil brúki eg orðið ‘jødahatur’ sum eitt felagsheiti, har bæði antijødardómur, antisemitisma og antizionisma verða flokkað undir.
Miðøldin: Jødahatur vegna átrúnað
Í miðøldini vóru jødar lagdir undir at drekka blóð hjá børnum og eitra vatnbrunnarnar. Hesin ágangur og jødahatur verður flokkaður sum jødahatur vegna átrúnaðin hjá jødum, tí tað hevði nakað at gera við spenningar millum kristindóm og jødadóm, men ikki bara. Um vit skilja hesar útsagnir sum kritikk av jødadóminum, so missa vit poengið. Hetta snúði seg ikki um at kritisera teologiina handan jødadómin, men um fordómar, har jødar gjørdust syndabukkar fyri størri trupulleikar í samfelagnum.
1900 talið: Jødahatur sum antisemitisma
Um vit skilja hugburð til jødiska fólkið í nazi-tíðini – t.d. at jødar vóru lýstir sum rottur - sum kritik av jødiska fólkinum, so missa vit poengið. Antisemitisma er ikki kritikkur av einum fólki. Tað er mismunur, hatur, forfylging og Holocaust, ringasta fólkamorðið í søguni. Klassisk antisemitiska eksisterar eisini í dag, og sæst eisini í Føroyum.
Í dag: Jødahatur sum antizionisma
Antizionisman er blivin sera sjónlig og vanlig í vesturlendska samfelagnum í dag. Antizionisma merkir, at Ísrael ikki skal eksistera sum jødisk tjóð. Tað vil siga, tvey-statsloysnin er skrottað, og frælsi til palestinar kann bara koma við at jødar geva upp sín stat.
Antizionisman var dominerandi í Sovietsamveldinum, har ágangur ímóti jødum ikki neyðturviliga var/er vegna jødiska einstaklingin (rasu), men tí jødar sóu/síggja seg sum eitt fólk við rætti til sjálvsavgerðarrætt. Tað var serstaka kollektivið, jødar sum tjóð, sum var trupulleikin. Jødar skuldu assimilerast, og droppa teir siðir, mentan og átrúnað, sum gjørdu teir serstakar sum eitt fólk spjatt í útlegd í fleiri heimspørtum.
Antizionisma gongur út uppá narrativið um, at upprunafólkið í Ísrael ikki eru jødar, at Ísrael pr definitión merkir kolonialisma, etnisk útreinsan, apparheit-skipan v.m. Sostatt verður hvør roynd at rættvísgera Ísraels eksistens, og hvør roynd at rættvísgera rættin hjá Ísraels at verja seg, sæð sum ólegitim, tí upprunin er ikki legitimur og er bygdur á ringastu vesturlendsku syndir (kolonialsima, etnisk útreinsan, apparheit, fólkamorð v.m.). Tað er ikki viðkomandi fyri narrativið, at jødar sum stovnaðu landið í 1948 vóru Holocaust yvirlivarar og fólk, sum vóru etnisk útreinsað úr øðrum londum í Miðeystri. Tað er heldur ikki viðkomandi fyri antizionistar at lýsa yvirgangin, sum palestinar framdu í 1920’unum og frameftir.
Um vit skilja eksistensin av Ísrael pr definitión at merkja ringastu syndirnar í seinastu øld, har rætturin hjá jødum at síggja seg sum fólk við sjálvavgerðarrætti í eini tjóð, sum kritikk av politikki og kríggi, so missa vit poengið. Tí antizionistar síggja stovnanin í sær sjálvum, sum eina íbornað synd. Og tí kann tann syndin bara fyrigevast við at erstatta jødiska statin. Tí eru antizionistar ímóti tvey-statsloysn.
Kann so kríggj, etnisk útreinsan, apartheit og fólkamorð slett ikki kritiserast, og hugsast sum nakað, sum kann koma fyri? Jú sjálvandi kunnu hesi ting í grundini fara fram óansæð um antizionisma ella ei. Men tað er ikki poengið hjá antizionistinum. Tað snýr seg um, áhaldandi at útbreiða hesi heiti við tí endamáli at oyðileggja legitimitetin hjá Ísrael sum heild. Óheftur kritikkur er nágreiniligur, har pástandir kunnu eftirkannast og metast út frá ymiskum fortreytum. Antizionisma setir hinvegin ákærir fram sum staðfestingar, og tað snýr seg um endurtøkur fyri at skaða tilverulegitimitet Ísraels.
Nuansir í kompleksum støðum verða ikki lýstar. Hóttanir frá øðrum bólkum verða ikki lýstar. Tað er bara Ísrael, sum verður lýst sum syndarin ímóti mannaættindi uttan kontekst til aðrar syndarar.
Og hetta lótu politisk valevni hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn seg verða partur av í valstríðinum 2026.
Demonisering og antizionisma á Vaglinum
Her eru nøkur dømi um ymiskar útsagnir, sum eru bornar fram ígjøgnum hendan felagsskapin.
Áheitan um at føra intifada: Á tiltaki á Vaglinum í apríl 2025 var ein tala borðin fram har m.a. hetta varð sagt:
‘’Vit mugu føra intifada her heima, vit mugu rista kristnu fanatismuna og búsetarakolonialismuna av okkum, hon hevur koloniserað okkara hugaheim, okkara landafrøði, gudfrøðina í samkomunum og mangt annað.’’
‘’ Vit mugu rista kolonialismuna av okkum sum heild. Einans tá, kunnu vit, sum ein heimsrørsla fyri Palestina, veruliga siga, at vit stríðast fyri palestinskum frælsi, frá á til hav!
Vit mugu gera okkara, blíva við at mótmæla, blíva við at eskalera.’’
Intifada verður sett í sambandi við blóðugastu tíðarskeið fyri ísraelar í 1980unum, 1990unum og 2000unum, har reglulig bumbuálop og dráp vóru framd á sivilar Ísraelar.
Stuðul til yvirgang víst við symbolum: Tann, sum helt hesa røðu, var í eini PFLP t-shirt. PFLP er ein palestinskur yvirgangsfealgskapur sum luttók í báðum intifadaðunum í Ísrael. Umframt hetta, luttók PFLP í álopinum á Ísrael 7.10.2023 saman við Hamas og Islamic Jihad v.m.
Normalisering av yvirgangsretorikki: Á Vaglinum í januar 2024 var ein tala borin fram um herrópið ‘from the river to the sea, Palestine will be free’, sum er eitt herróp um at erstatta Ísraelska statin við ein palestinskan stat. Her var sagt, at hetta herróp ikki endiliga merkir útruddan av Ísrael, men einans frælsi til palestinar, frá Jordan ánni (Vestara Áarbakka) til miðjaðarahavið (Ísrael/Gaza). Fyri allar yvirgangs bólkar í palestinsku økjunum merkir útsøgnin týning av Ísrael. Sostatt, óansæð um onkur á Vaglinum hevur aðrar kenslur viðvíkjandi hesum herrópi, so er útsøgnin ein eggjan til harðskap ímóti ísraelum. Serliga, tá á sama palli verður eggjað til intifada. Samhugi við Palestina er sostatt við til at normalisera farligan radikalan retorikk.
Ísrael sum íborið ónt : Í lesarabrævi deilt av ‘Samhuga við Palestina’ 8. mai 2025 stendur hetta brotið "Men tað, sum Ísrael ger nú, er bert ein intensiverað útgáva av tí, Ísrael altíð hevur gjørt. At stjala land frá øðrum. At misshandla eitt fólkaslag. Og at kríggjast móti børnum."
Í aðrari talu á Vaglinum frá øðrum og eisini deilt sum lesarabræv 24. oktober 2024:
"Í Gaza vassa mammur og børn í blóði. Tey síggja ísraelskar yvirgangskroppar og tjóvar stjala sína jørð og sínar ognir, sorla síni hús og bera so í bandi, at eyguni verða sprongd ella skorin úr høvdunum á foreldrum teirra. Hetta er ikki skaldskapur, men tann veruleiki, vit dag og nátt síggja avmyndaðan í bløðum ella á skíggjanum. Og hesar illgerðir verða ikki bara útintar við vilja, men við stórari gleði’’
Í báðum greinum er ongin kontekstur uppá, hví kríggj er, hvørjum kríggjast verður ímóti, hvussu Hamas og aðrir yvirgangsbólkar føra sítt virksemi, og uttan kontekst til altjóða lóg og ábyrgd, tá talan er um palestinar.
Hetta er snikkað til antizionistiska narrativið, har eksistensurin av Ísrael merkir óndskapur, og tí er ein hvør gerð altíð skeiv, og ikki nakað, sum skal síggjast sak fyri sak, eisini tá ið talan er um einkultar hendingar, har ísraelar hava uppført seg skeivt. Alt fólkaslagið verður lagt undir at føra brotsverk ímóti mannaættandi til passivar palestinar.
Er slíkur diskursur um onnur kríggj? Tosa vit um russarar og ukrainar, sum fáa stóra gleði av at drepa hvønn annan og eru barnamordarar? Duga vit betri at fyrihalda okkum til kompleksitet og halda fleiri sannleikar í høvdinum samstundis, tá tað kemur til onnur fólkasløg?
Ísraelsk verjutøkni sum ein trupulleiki - hóast ongin kemur til skaða: Antizionistiska tankagongdin gjørdist púra greið, tá ið Samhugi við Palestina 28. mars 2026 førdi eitt sjónarmið fram á Facebook um Iron Dome skipanina, sum er ein verjurakett skipan, sum brestir rakettir í luftini, áðrenn tær lenda í Ísrael. Hendan skipan hevur síðani 2011 bjargað túsundtals ísraelum frá at vera sprongdir í luftina av Hamas, Islamic Jihad, Huthis, Hezbollah og Iran, men er ein trupulleiki fyri Samhuga við Palestina. Tí, sambært teimum merkir hetta, at ísraelar ikki óttast kríggj í sama máta, sum um teir onga verju høvdu havt, og sostatt er verjan ein avgerandi faktor fyri áhaldandi kríggi. Við øðrum orðum, um Ísrael gavst við at verja seg, er betri útlit fyri friði, sambært Samhuga við Palestina. Í veruleikanum merkir hetta, at Ísrael hevði verið útruddað uttan verju, og tí friður. Hetta er antizionistisk tankagongd, sum sær sjálva tilveruna av Ísrael, sum nakað ónt, og tí kann ongin friður vera, so leingi hendan ónda tilveran er til staðar.
Zionisma, sjálvsavgerðarrætturin hjá jødum til at skipa seg sum tjóð, samanborið við islamismu og nazismu: Hetta var borið fram í lesararbrævi deilt av Samhuga við Palestina 15. september 2025. Her verður sjálvsavgerðarrætturin hjá jødum samanborin við ekstremar ideologir. Við øðrum orðum, tað sum er viðurkent sum ein mannarættur fyri øll onnur fólkasløg, verður sæð sum óndskapur og ekstremisma fyri jødar.
Og tí brúkar felagsskapurin javnan eisini radikalan tónleik til síni uppsløg, um at zionisman skal knúsast við eitt nú at skjóta rakettir eftir ísraelum. Hesin sangurin bleiv eisini brúktur í kampanjuni, sum politisk valevni løgdu andlit til í valstríðinum 2026.
Umskriving av søgu: Tað verður afturvendandi sagt í uppsløgum hjá Samhuga við Palestina, at Jesus var palestini, m.a. í uppslagi frá 24. desember 2024 og á uppslagi 21. oktober 2025. Hetta er skeivt, tí Jesus var jødi. Men tað er ikki meiningin, at útsøgnin skal hava nakað við veruleikan ella søguna at gera. Heldur snýr tað seg um at fremja narrativið, sum frátekur jødum nakað søguligt tilknýti til økið, har jødar koma frá, og sostatt frátekur jødum rættin til Ísrael.
Við hesum havi eg víst á nøkur dømir úr mongdini, sum vísa á antizionistiska radikalisering, sum er farin fram í Føroyum síðani 7. oktober 2023.
Eitt eitur ‘hygge-rasisma’. Kanska vit kunnu snakka um eitt spenni í hesum felagskapi frá ‘hygge-antizionismu’ til heilt radikala antizionismu. Tí vælmeinandi samhuga fólk vita í dag, hvat antisemitisma merkir. Antisemitisma leggur seg eftir jødanum, sum nakað íborið ringt, meðan antizionisman leggur seg eftir statinum fyri jødar, Ísrael, sum nakað íborið ringt. Tí er antizionisma meira diskret og kanska torførari at skilja sum diskriminatión ímóti jødanum, tí hon rættvísgerð sínar pástandir við at leggja ‘syndina’ á statin Ísrael og zionismuna, heldur enn á einstaka jødan vegna natúru. Tó drivin av sama ágangi og missinformatión, sum í síðsta enda rakar jødan. Fyri jødar eru fylgjurnar av antizionismu farligar, líka sum fylgjurnar av antisemitismu. Tað hava verið fleiri álop og dráp á sivilar jødar seinastu 2,5 árini (og áðrenn) vegna antizionismu – eitt nú í Washington, Bondi Beach, Manchester. ‘Intifada-’, ‘river to the sea-’ og ‘free Palestine-’ drivin retorikkur útførdur í verki. Antizionsima drevur harðskap á jødar, og tí er hon ein hatursrørsla.
Latið okkum taka eina uppgerð við antizionismuna í Føroyum. Tí um hetta ikki verður gjørt, og politikkarar ikki bara lata standa til, men eisini stuðla (vónandi ótilvitað) antizionistiskari aktivismu, vil jødahaturin vaksa í Føroyum.