Í gjár varð ein maður førdur fyri Føroya rætt við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan.
Løgreglan sigur, at í kjalarvørrinum á náttarlívinum leygardagin tók illstøða seg upp ímillum tveir mans á einum privatum bústaði í Havn.
Úrslitið av tí var, at tann eini maðurin fór at steina eftir hinum, og í tí sambandi rakti hann mannin í høvdið við minst einum stórum steini. Maðurin, sum varð raktur í høvdið, mátti undir viðgerð.
Maðurin, sum steinaði, varð handtikin og førdur fyri rættin við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Tað gav dómarin ákæruvaldinum viðhald í, so maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Maðurin, sum varð varðhaldsfongslaður, hevur eisini melda mannin, sum varð steinaður, fyri harðskap. Hesa næstu tíðina skal løgreglan sostatt brúka til at lýsa málið fyri at vita akkurát, hvat tað var, sum hendi.