Ongi úrslit

Sendimaðurin við til nýggjárskur

Fyrstu ferð nakrantíð, at tann føroyski sendiharrin var boðin við

© Kongehuset
Jóhanna Højgaard
10. januar kl. 19:11

Føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn, Gunnar Holm-Jacobsen, fekk tann heiður, at verða boðin við til hátíðarligu og siðbundnu nýggjársmóttøkuna hjá kongshjúnunum á Christiansborg Slotti, mánadagin 5. januar.

Hettar er ein móttøka tey halda á hvørjum ári, fyri útlendsku sendifólkunum og makum teirra. Hettar er fyrstu ferð at tann føroyski sendiharrin var boðin við.

Gunnar nýtti høvi at takka fyri innbjóðingina og ynskja kongshjúnunum gott nýggjár.

Gunnar og kona hansara, fingu harumframt møguleika at tosa við Fríðrik kong eina løtu, tá tann meiri siðbundni parturin av móttøkuni var av.

Myndir: Kongehuset

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14