Ongi úrslit

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Áki Bertholdsen
12. januar kl. 11:08

– Mítt boð er, at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir, kanska longu í mars.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

Tað er í hvussu so er greitt, at løgtingsval skal vera í ár - og í seinasta lagi skal tað vera fyrst í desembur.

Men tað er slíkt órógv í samgonguni, at tað eru bara tey fægstu sum vænta, at samgongan fer at halda so leingi.

Hjá nógvum hevur spurningurin verið um løgtingsvalið verður fyri summarferiuna, ella beint eftir summarferiuna.

Men Bárður á Steig Nielsen sigur, at beint nú er hansara besta boð, at tað verður nú í vár, kanska longu í mars.

– Samstarvið í samgonguni er vánaligt, og harafturat liggja nøkur stórmál í Løgtinginum, sum samgongan skal taka støðu til, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Her hugsar hann serliga um málið um at hækka pensjónsaldurin og málið um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út fyri at vita hvat hann kostar.

– Eg vænti at tey bæði málini fara at gera av við samgonguna, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Hann sigur, at hesi bæði málini eru tengd sama.

– Tað lysti meg at síggja, at samgongan, kanska serliga Javnaðarflokkurin, fer at hækka pensjónsaldurin nú, nakrar fáar mánaðir fyri val, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

– Og fellur málið um pensjónsaldurin, verður málið um Suðuroyartunnilin heldur ikki samtykt, leggur hann afturat.

– Tað slepst ikki undan, at politikarar í samgonguni fara at missa andlit í hesum málum, heldur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Ein annar stórur spurningur, sum eisini máar støðið undan samgonguni, er málið um at stytta arbeiðsvikina.

Tað var eitt tað allarfremsta vallyftið, serliga hjá Javnaðarflokkinum.

Tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at tað skal gerast, og at tað skal gerast við lóg. Men nú hevur løgmaður ásanna, at tað kortini ikki er undirtøka í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.

Hinvegin hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin sett upp á, at tað lyftið SKAL haldast og at tað er avtalubrot í samgonguni at sleppa tí málinum.

Sostatt er eisini trýst á samgonguni í hesum máli og tað bøtir heldur ikki um samstarvið, sum frammanundan er skirvisligt, heldur Bárður á Steig Nielsen.  

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25