Ongi úrslit

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

Eyðdis Hartmann Niclasen er kløkk, tá ið hon hoyrir tíðindini um, at Jaspur Langgaard tekur seg úr politikki, tí hann er misnøgdur við linjuna hjá Sambandsflokkinum í løgtingsmálinum um fría fosturtøku

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Fyrr í dag boðaði Jaspur Langgaard løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin frá, at hann nú gevst í politikki.

https://dimma.fo/grein/jaspur-langgaard-gevst-i-politikki

 

Tá ið vit ringdu til Eyðdis Hartmann Niclasen løgtingskvinnu fyri Sambandsflokkinum fyri at spyrja, hvørja viðmerking hon hevði til tað, segði hon seg ikki hava hoyrt tíðindini. Vit vístu til greinina á dimma.fo, og Eyðdis segði seg harmast.

-Jaspur og eg hava arbeitt væl saman um nógv politisk mál, og eg havi ikki nakra fatan av, at hann ætlaði sær at gevast, tí hann var so misnøgdur við mín leiklut í fosturtøkumálinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Eyðdis Hartmann Niclasen var saman við trimum tingfólkum úr samgonguni uppskotstillari, tá ið lógaruppskotið um fría fosturtøku var borið í tingið, har lógin fyri jól varð samtykt. Umframt Eyðdis Hartmann Niclasen atkvøddi Johan Dahl tingmaður fyri Sambandsflokkin fyri lógini, sum bæði við 2. og 3. viðgerð varð samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 atkvøðum ímóti.  

-Tað var ósemja í Sambandsflokkinum um hetta málið á sama hátt, sum tað var ósemja í øðrum flokkum, men eg havi hildið, at vit hava dugað at liva við tí veruleikanum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Men tað eru eisini onnur sambandsfólk, sum hava tikið seg úr flokkinum?

-Tað hevur verið báðar vegir. Eg veit, at onkur sambandsfólk eru so misnøgd, at tey hava tikið seg úr flokkinum. Hinvegin so eru tað nógv, sum hava givið til kennar, at tey eru nøgd við, at eg var við til at reisa málið, sum hevur stóran týdning fyri rættindini hjá kvinnum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Millum tey, sum hava givið til kennar, at tey hava tikið seg úr Sambandsflokkinum, eftir at tingfólk úr flokkinum vóru við til at samtykkja uppskotið um fría fosturtøku, eru Edva Jacobsen og Sámal Hanni Lognberg, sum vóru á listanum á løgtingsvalinum 8. desember í 2022, og sum bæði hava verið í tinginum onkur skifti, og Jóhannes Martin Olsen, sum í síni tíð var bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.  

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

4 tímar síðan

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Sendimaðurin við til nýggjárskur

Í gjár kl. 19:11