Ongi úrslit

Jaspur Langgaard gevst í politikki

Sambandsmaðurin á Nesi sigur, at tað var lættari at taka avgerðina at gevast, tá ið tinglimir hjá flokkinum vóru við til at samtykkja fría forsturtøku

Jonhard Hammer
5 tímar síðan

Tað er greitt, at tað seinni í ár verður løgtingsval. Nær tað verður er ikki greitt meiri enn tað, at tað verður í seinasta lagi 8. desember, tí tað var løgtingsval 8. desember 2022.

Flokkarnir eru so smátt farnir undir fyrireikingarnar at stilla upp til løgtingsvalið, og nú boðar ein av sambandsmonnunum frá, at hann ikki fer at stilla uppaftur.

Tað er Jaspur Langgaard, sum í dag skrivar soleiðis:

-Eg havi avgjørt ikki at stilla upp aftur í politikki. Í hesum sambandi vil eg fegin nýta høvi at takka øllum teimum, sum persónliga hava víst mær álit og stuðul – bæði við orðum, arbeiði og undirtøku. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg. Takk fyri ferðina og fyri álitið, skrivar Jaspur Langgaard.

Við Dimmalætting sigur Jaspur Langgaard, at hann hevur gjørt av at raðfesta vinnuliga virksemið hægri, og samstundis fjalir hann ikki, at hann harmast um kósina hjá fleiri í Sambandsflokkinum, tá ið lógvaruppskotið um fría fosturtøku var fyri í tinginum.

-Eg eri stjóri í Kodio, har tað gongur væl. At tað vóru tey í Sambandsflokkinum, sum tóku undir við fríari fosturtøku hevur gjørt tað lættari hjá mær at velja. Eg kundi tikið avgerð um at bjóða meg fram aftur og stríðst í flokkinum fyri siðbundnu virðunum, men nú havi eg valt at raðfesta fyritøkuna framum politikkin. Eg smekki ikki við hurðini í Sambandsflokkinum, men tað er eingin loyna, at eg eri misnøgdur við gongdina í flokkinum, tá ið tað snýr seg um etisku virðini, sigur Jaspur Langgaard við Dimmalætting.

Hann undirstrikar samstundis, at hann ongar ætlanir hevur um at skifta til annan flokk.

Jaspur Langgaard hevur tvær ferðir verið á sambandslistanum, og báðu ferðirnar var hann nummar átta. Í 2019 bar tað við sær, at hann kom í løgtingið, tá ið Bárður á Steig Nielsen og Sambandsflokkurin skipaðu samgongu, og síðani 2022 hevur hann verið fyrsti avloysari hjá Sambandsflokkinum. Seinastu tíðina hevur hann verið avloysari fyri Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú hevur boðað frá, at hann aftur tekur við tingsessinum, sum hann vegna sjúku hevur verið í farloyvi frá.

Á valinum í 2022 fekk Jaspur Langgaard 256 atkvøður, og á valinum í 2019 fekk hann 265 atkvøður.

Jaspur Langgaard býr á Nesi. Sambandsflokkurin á Toftum og í Nes kommunu átti í mong ár tingmann. Fyrst var tað Jens Christian Olsen, so var tað sonur hansara Jógvan Ingvard Olsen og so Alfred Olsen, beiggi Jógvan Ingvard Olsen, og seinastu tvey valskeiðini hevur Jaspur Langgaard verið valevni hjá Sambandsflokkinum á Toftum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Sendimaðurin við til nýggjárskur

Í gjár kl. 19:11