Ongi úrslit

Vit mugu leggja kommunur, skúlar, og almennar stovnar, saman

Hesi næstu árini fara at krevja meiri av okkum øllum

Áki Bertholdsen
15. mars kl. 11:02

Vit mugu fáa meiri fyri hvørja skattakrónu. Tað er ein staðfesting á Landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í Salt á Drelnesi í dag.

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, staðfesti í formansfrágreiðing síni, at í dag er tað hvørki tryggleiki, ella støðufesti, sum eyðkenna fíggjarstýringina í landinum í løtuni.

 – Tað er alt annað enn nøktandi, at samgongan, í bestu tíðum, ikki klárar at fáa avlop á fíggjarlógini, sigur hann.

– Úrslitið sóu vit hesa vikuna, tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá samgonguni um at hækka landskassalánini næstan eina heila milliard, sum ger, at lánibyrðan veksur 20 prosent hægri.

– Føroyski búskapurin verður niðurlaðaður, stig fyri stig. Herfyri bleiv Íleggingargrunnurin yvirtikin og tømdur beinanvegin við rentu- og avdráttarfríum lánum til Suðuroyartunnilin og nýggja farstøð á flogvøllinum.

– Hetta er burturvið, tí vit hava ongantíð havt meir brúk fyri Íleggingargrunninum at veita teimum stóru almennu fyritøkunum herheima, fígging, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum. 

Hann siga, at tað eru eisini fleiri dømi um, at lán til landskassan verða strikað. Grundgevingin er, at tað hevur onga ávirkan á landskassan, tí tað er longu útreiðsluført.

– Men nú tað er strikað, kemur tað so ongantíð aftur. Ítøkiliga er talan um 38 milliónir í Framtaki, 9 milliónir í Firum, og so 700 milliónir í Íleggingargrunninum.

– Eg vænti, at hesi næstu árini fara at krevja meira av okkum øllum og tað kann skjótt fara at vísa seg, at nettupp fíggjarstýringin fer at verða tann størsta avbjóðingin, heldur Bárður á Steig Nielsen.

– Almennu útreiðslurnar kunnu ikki halda fram við at spola avstað. Tann stóri spurningurin er, um vit framhaldandi fara at hava ráð til betri tænastur og nýggjar tænastur, sum eru við til at økja um útreiðslurnar hjá landinum, sigur hann.

Hann staðfestur, at føroyski búskapurin er sterkur - men hann er samstundis viðbrekin.  Vit verða noydd til at lurta betri eftir mongu ávaringunum um betri fíggjarstýring.

Alsamt fleiri gerast eldri, og tað fer at merkja munandi hægri útreiðslur til almannaverk og heilsuverk.  Kommunurnar, sum umsita eldraøkið, fara eisini at merkja útreiðslutrýstið.

– Her má okkurt veruliga gerast, tí vit hava ikki ráð til alt, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Búskaparráðið mælir aftur og aftur til, at land og kommunur samskipa rakstur og íløgur, so vit betri fáa stýrt. Hesum tekur Sambandsflokkurin fult undir við, sigur formaðurin.

– Eg haldi, at sum heild kann almenni bygnaðurin rekast skynsamari og bíligari, um vit fingu størri og færri eindir.

Hann vísir á, at landið er knýtt tættari og tættari saman, men tað sæst ikki aftur í almenna bygnaðinum, tí hann er einki broyttur.

– Verða kommunur, fólkaskúlar, og almennar stovnar, savnaðir í størri eindir, hevði tað óivað havt sparingar við sær, heldur Bárður á Steig Nielsen.

Harumframt hevði tað verið lættari at gagnnýtt starvsfólkini rætt - ikki minst í eini tíð, har stórur tørvur er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.

– Og so eitt hjartasuff. Eg veit fullvæl, at talið á landsstýrisfólkum ikki koppar nøkrum búskapi, sigur Bárðura Steig Nielsen.

Men hann heldur kortini, at tað er eitt signal um oyðsl, og vantandi virðing fyri skattakrónunum, at vit hava heili níggju landsstýrisfólk og níggju aðalráð, og hann heldur eisini, at tað smittar niður gjøgnum alla skipanina.

Hinvegin heldur hann eisini, at politikarar eiga at eggja til at skapa fleiri inntøkur.

– Vit settu Vakstrarforum á skrá fyri at skapa meirvirði í samfelagnum og fyri at fáa greiði á, hvat vit kunnu gera fyri at fáa enn størri virði burturúr verandi vinnum og birta undir nýggj vinnuhugskot.

– Fleiri góð hugskot sóu dagsins ljós, alt frá miðvísum útbúgvingum, vinnuferðavinnu, og útrás við KT-vinnu og vakstrarmøguleikar í maritimu veitaravinnuni, sigur hann.

– Sambandsflokkurin arbeiðir í løtuni við einum vinnu- og vakstrarpakka, ið hevur til endamáls at fáa ein fjølbroyttari og sterkari búskap, soleiðis fáa vit eisini ráð til betraðar vælferðartænastur í framtíðini, sigur formaðurin.

Eitt annað, sum kundi skunda undir ein búskaparvøkstur er um vit fingu ein vælvirkandi kapitalmarknað, har kapitalurin, sum í stóran mun verður settur í útlendsk virðisbrøv, slapp til arbeiðis í Føroyum.

– Tað skal bera til at gera íløgur í føroyskar fyritøkur, og møguleiki skal verða hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram at taka ímóti kapitali.

Læt hetta seg gera, høvdu nakrar av teimum fyritøkum, sum eru seld hesi seinastu árini, ikki verði endaðir á útlendskum hondum, men keyptar við føroyskum kapitali, sum so aftur kundi skapt eitt meirvirði í Føroyum, sigur hann.

– Vit skulu ikki ræðast útlendskan kapital, vit skulu hinvegin bjóða honum av,  og vit mugu ongantíð harta føroyskum fyritøkum, sum vilja gera íløgur í aðrar føroyskar fyritøkur, tí alternativið er, at hesar enda á útlendskum hondum, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05