Tað var stórur áhugi fyri Vinnuforum 2025, sum varð hildið fríggjadagin 10. oktober í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum. Meira enn 200 luttakarar vóru møttir, tá Tórshavnar kommuna og Hugskotið aftur skipaðu fyri hesum árliga tiltakinum, har dentur verður lagdur á nýskapan, samstarv og íblástur úr føroysku vinnuni.
Dagurin bjóðaði eina fjølbroytta skrá við framløgum, tónleiki og netverkan, og endamálið var at varpa ljós á, hvussu nýhugsan og samstarv kunnu skapa nýggjar møguleikar í Føroyum.
Centrego Atlantic – Grøn tøkni úr Føroyum
Fyritøkan Centrego Atlantic hevur ment eina slóðbrótandi skipan til automatiseraða reingerð og sóttreinsan, sum byggir á elektrokemiska aktivering – ein grøn einføld og burðardygg loysn, ið brúkar einans salt, vatn og streym.
Stjórin Rúni Nielsen, ein av stovnarunum, greiddi frá, hvussu fyritøkan, sum varð sett á stovn í 2023, longu hevur fingið fótafesti á føroyska og danska marknaðinum – og hvussu áhugi eisini er vaktur í Íslandi, Grønlandi og Svøríki.
FinEst Faroe – Íløgur í føroyskar fyritøkur
Tórheðin Jónsveinsson Jensen legði fram arbeiðið við at seta á stovn FinEst Faroe Fund, ein nýggjur vinnufremjandi íløgugrunnur, sum skal gera tað lættari at fáa íløgur í føroyskar fyritøkur.
Grunnurin verður skipaður í samstarvi við FinEst Love VC Management í Estlandi og hevur ES-loyvi at gera íløgur upp til 500 mió. evrur.
FabLab Vágur – Tøkni og nýhugsan
Tina Grønbeck, leiðari á FabLab Vágur, greiddi frá, hvussu verkstaðið í Suðuroy gevur einstaklingum, skúlum og fyritøkum møguleika at arbeiða við 3D-prentarum, laserskerarum og CNC-fresarum.
FabLab hevur longu verið karmur um fleiri spennandi verkætlanir og vísir, hvussu tøkni og skapandi hugur kunnu sameinast í nýskapandi arbeiði.
OY – Meira enn bara eitt bryggjarí
Óli Restorff Hansen, stjóri á OY, segði frá ferðini hjá bryggjarínum á Hálsi – frá hugskoti til eitt heildarkonsept, har øl, matur og tónleikur ganga hond í hond.
Hann greiddi frá, hvussu OY eftir fáum árum hevur megnað at byggja upp eitt sterkt føroyskt brand, sum hevur gjørt staðið til ein fastan part av mentanarlívinum í Havn.
Hóast hølini eru rá og industriell, er stemningurin hugnaligur og livandi – eitt stað, sum sameinir uppliving, góðan smakk og skapandi orku.
RAMMATIK – Føroyskur dansifilmur á altjóða støði
Listakvinnurnar Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre hava síðani 2008 ment dansifilmsverkætlanina RAMMATIK, sum hevur vunnið altjóða viðurkenning fyri sítt serliga listarliga og minimalistiska snið.
Tær greiddu frá, hvussu føroyskur dansifilmur kann røkka út í heim, og hvussu nýskapandi list kann skapa altjóða áhuga úr einum so lítlum landi sum Føroyum.
Street Food í Bacalao – Matur og mentan í einum
Súni Christiansen legði fram sítt hugskot um at gera ovasta hæddina í Bacalao til eitt savningarstað fyri mat og mentan.
Ætlanin er at skipa fyri Street Food Tórshavn, har matbásar, skeinkistað og livandi tónleikur fara at skapa eitt fjølbroytt og burðardygt umhvørvi fyri matmentan í Føroyum.
Betri Oyggjaleikir 2027 – Allar Føroyar á sama liði
Solby A. Christiansdóttir, samskipari, greiddi frá fyrireikingunum til Betri Oyggjaleikirnar 2027, sum verður tað størsta tiltakið, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum.
Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir vitja landið, og at bæði vinnan og fleiri túsund sjálvboðin fara at fáa týðandi leiklut í hesi stóru altjóða hending.
Vinnuforum 2025 gjørdist eitt væleydnað og kveikjandi tiltak, har vinnulívsfólk, íverksetarar og myndugleikar hittust at deila hugskot og menna nýggj sambond.
Góða uppmøtingin og inspirerandi framløgurnar vitna, at nýskapan og samstarv eru lykilin til framtíðar menning í føroysku vinnuni.