Ongi úrslit

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

Áki Bertholdsen
25. november kl. 08:42

Nú verður tað ein av allarfyrstu døgunum, at uppskotið um Suðuroyartunnil aftur verður lagt fyri Løgtingið.

Á kunnandi fundi um Suðuroyartunnilin í gjárkvøldið, fortaldi Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, at nú verður seinasta hond lagt á uppskotið um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða hann út. Hann fortaldi eisini, at tað verður borið niðan í Løgtingið í dag, sum ein annan dag.

Aksel V. Johannesen, løgmaðurm, váttaði í gjárkvøldið, at arbeitt verður við at leggja seinastu hond á uppskotið og so verður tað borið niðan í Løgtingið.

Síðani hevur umsitingin í Løgtinginum eina viku at eftirkanna uppskotið í, áðrenn tað verður lagt fram.

Tá ið tað so verður lagt fram, skal tað liggja í Løgtinginum í minst tveir dagar, áðrenn tað verður sett á dagsskránna til viðgerðar.

Sostatt sigur løgmaður, at eitt gott boð er, at tað kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum um einar 14 dagar.

Tá ið tað hevur verið til fyrstu viðgerð, verður tað beint í Fíggjarnevndina.

Spurningurin er so, hvussu leingi tað kemur at liggja í Fíggjarnevndini.

Politikarar, vit hava tosað við, halda ikki, at tað eigur at taka so langa tíð. Uppskotið er nevniliga ikki so nógv broytt frá tí, Løgtingið viðgjørdi fyrr í ár, tí talan er framvegis um ein undirsjóvartunnil úr Djúpadali á Skarvanesi til Sandvíkar, við einum teymi upp í Skúgvi.

Hendan linjusføringin varð viðgjørd bæði væl og virðiliga, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið í vár og í tí samandi varð nógv fólk boðsend í Fíggjarnevndna at siga sína hugsan.

Í tí sambandi tosaði Fíggjarnevndin við tunnilsbólkin, sum hevur skotið upp at broyta linjuføringina.

Annars ráðførdi Fíggjarnevndin seg eisini við bæði Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Skálavíkar kommunu, Húsavíkar kommunu, Sands kommunu, Skúvoyar kommunu.

Fíggjarnevndin ráðførdi seg eisini við Spenn, sum eru ráðgevandi verkfrøðingar, Landsbankan, Ráðgevarafelagið og Búskaparráðið.

Og somuleiðis ráðførdi nevndin seg við landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, saman við Landsverki, landsstýriskvinnuna í vinnumálum, Sirið Stenberg, saman við Jarðfeingi, landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Margit Stórá, saman við Umhvørvisstovuni, landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Ruth Vang, umframt við løgmann, Aksel V. Johannesen, saman við P/F Suðuroyartunnil, og ráðgevum teirra frá Norconsult.

Sostatt verður ikki mett, at tað er neyðugt at gera alt arbeiðið umaftur og tí ver væntandi, at viðgerðin í Fíggjarnevndni ikki verður líka drúgv hesa ferð.

Annars hava bæði sandingar, og áhugafeløg av øllum handa slagi mótmælt ætlaðu vegaføringini við Sandsbygd. Og tí er vegaføringin broytt í hesum nýggja uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, sigur Bjarni Hammer.

Hann sigur, at í hesum sambandi er vegurin nú lagdur eystan fyri Sandsbygd í staðin upprunaligu ætlanina, har verður skuldi liggja fyri vestan fyri Sandsbygd, og so tvørtur um Sandarfløtt har velturnar eru, í vegin til eysturbygdirnar og vegin til tunnilsmunnan á Skarvanesi.

Tað merkir, at ætlaði tunnilin ígjøgnum Traðarhamar til eysturbygdirnar, verður gjørdur eitt sindur longri, so at hann kemur upp aftur norðan fyri býlingin í Trøðum á Sandi.

Síðani verður vegur lagdur eystan fyri Vatnið, norður um Meginsskúlan, har har hann so verður knýttur í vegin til Sandoyartunnilin.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02