Ongi úrslit

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

Henrik Old fer at leggja eitt heldur óvanligt uppskot fyri Løgtingið
Áki Bertholdsen
28. november 2025 kl. 18:00

Sum vit skrivaðu í áðni, fer Løgtingið at taka støðu til fría fosturtøku í Føroyum til 12. viku. Og sum vit eisini skrivaðu, er Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, ímóti fríari fosturtøku.

Men hann hevur eitt annað uppskot, sum gongur tann øvugta vegin og sum skal eggja kvinnum at fáa eitt barn, heldur enn at fáa fosturtøku.

Í hesum sambandi vísir hann á, at við ársenda í 2024, vóru 85 milliónir í Barsilsgrunninum. Og fyrsta septembur í ár, var ognin hjá Barsilsgrunninunm komin upp á 100 milliónir.

– Her er ovmikið at taka av, sigur Henrik Old.

Hann sigur, at tí fer hann, sum skjótast, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at kvinnur, skulu fáa eitt eingangsgjald úr Barsilsskipanini, tá ið tær eiga sítt fyrsta barn.

Og hann leggur afturat, at hetta eingangsgjaldið skal vera ein munandi upphædd.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41