Býráðið í Havn vil hava nógv fleiri bygningar, og nógv fleiri privathús, upp í fjarhitan í Havn. Tað siga bæði Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, og Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.
Eitt nú halda tær, at fjarhiti eigur at verða lagdur í grannaløg sum brúka nógva orku.
Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometra samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, oman í Gundadal, gjøgnum Tróndargøtu, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.
– Tað ber væl til at knýta fleiri grønar orkukeldur, og fleiri nýggjar kundar, upp í fjarhitanetið og tær báðar siga í tíðindaskrivi, at hesin møguleikin eigur at gagnnýtast betur.
– Vit vilja vera virkin í orkuskiftinum og at gera tað vit kunnu, fyri at gera tað so lætt sum tilber at skifta til varandi orkukeldur ella fjarhita, siga tær báðar.
Borgarstjórin sigur eisini, at tey vilja hava meiri grøna orku við í fjarhitan, eitt nú frá ymsum varandi orkukeldum og yvirskotsorku, tað kann vera úr vindi, jarðhita, sjóhita, ella hvat tað skal vera.
Nýggj nevnd tók við í Fjarhitafelagnum apríl í ár, og Annita á Fríðriksmørk, nevndarforkvinna, heldur, at tey eiga at leggja seg eftir at fáa stórar bygningar, sum brúka nógva orku, knýttar í fjarhitanetið, umframt at fleiri grannaløg eisini at verða knýtt upp í.
Fjarhitafelagið hevur seinastu árini útbygt høvuðsleiðingina soleiðis at tað ber væl til at leiða fjarhitan víðari til bæði størri bygningar og grannaløg, sum liggja fram við høvuðsleiðingini. Hesin møguleikin eigur at brúkast á besta hátt, siga umboðini fyri Tórshavnar kommunu.
– Í grannaløgum, har stórur orkutørvur er á einum lutfalsliga lítlum øki, er rætt at leggja fjarhita, eitt nú í miðbýnum og aðrastaðni, har tað er tætt ímillum húsini, vísir Elsa Berg á.
– Fjarhitafelagið eigur at virka fyri, at tað verður nógv lættari hjá privatfólki at verða knýtt í fjarhitan, har tað loysir seg fíggjarliga og umhvørvisliga, sigur Annita á Fríðriksmørk.
Tað eru Tórshavnar kommuna, og Sev, sum sum eig Fjarhitafelagið helvt um helvt.