Ongi úrslit

Vilja hava Iran aftur til samráðingarborðið

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, svarar nú uppá áheitanin

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 11:20

Iranski uttanríkisráðharrin, Seyed Abbas Araghchi, svarar nú uppá áheitanini frá fleiri vesturlendskum leiðarum um, at Iran skal koma til samráðingarborðið við USA um sína kjarnorkuætlan.

Hann skrivar á X, at Iran samráddist við USA í síðstu viku, tá Ísrael "avgjørdi at spreingja diplomati í luftina".

Hesa vikuna skrivar hann, at Iran hevði samráðingar við ES, men USA "avgjørdi at blása diplomati í luftina".

- Hvørja niðurstøðu hevði tú gjørt? Fyri Bretland og ES er tað Iran, sum skal "venda aftur" til samráðingarborðið. Men hvussu kann Iran venda aftur til nakað, sum tey ongantíð fóru frá, ella sprongdu í luftina? Spyr Araghchi

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28