Ongi úrslit

Vil ikki viðgera eina kæru um nýggja provstin

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað er ivasamt um Fólkakirkjan er ein partur av almennu fyrisitingini

Áki Bertholdsen
17. februar kl. 13:15

Tá ið Ovi Brim varð settur í starv sum próstur afturart Una Næs, varð setanartilgongdin hjá Jógvani Fríðrikson, biskupi, kært - fyrst til Mentamálaráðið, har kæran ikki fekk viðhald, men síðani eisini til Løgtingsins Umboðsmann.

Men Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at hann vil viðgera kæruna. Orsøkin til tað er, at tað er eitt ivamál um Fólkakirkjan yvirhøvur er ein partur av almennu fyrisitingini. Er hon ikki tað, er hon heldur ikki undir fyrisitingarlógini og tí var biskupur heldur ikki bundin til at fylgja fyrisitingarligu mannagongdunum tá ið nýggjur próstur skuldi setast.

Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at ein slík grundleggjandi avgerð um, hvørja støðu fólkakirkjan, eigur at verða tikin við eini týðiligari samtykt á Føroya Løgtingi og ikki einans í lógarviðmerkingum.

Skal fólkakirkjan ikki skal vera ein partur av almennu fyrisitingini, er ein fylgja av tí, at grundleggjandi fyrisitingarligu lógirnar erh heldur ikki galdandi fyri hana. Og er tað niðurstøðan, er fólkakirkjan heldur ikki fevnd av virkisøkinum hjá Løgtingsins Umboðsmanni.

Men av tí, at tað er eitt ivamál, vil Løgtingsins Umboðsmaður ikki viðgera klaguna um setanartilgongdina at seta nýggjan próst í fólkakirkjuni.

Annars heldur umboðsmaðurin, at tað er eitt vansi, at ivi er um hendan spurningin og tí fær Mentamálaráðið eisini boð um hetta.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

23. mars kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45

Tunnilin verður tikin í brúk í juni

21. mars kl. 11:43

Soleiðis sær út í Fámjinstunlinum - her eru myndirnar

Í gjár kl. 15:36

Kvinna við barnavogni rakt av bili - men lítlan og ongan skaða

23. mars kl. 09:47