Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella smáskýggjað og okkurt ælið.
Seinnapartin veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, mest vindur sunnanfyri.
Skýggjað og regn ella ælaveður. Í nátt minkandi vindur. Hitin millum 9 og 14 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lot til frískt lot, 5 til 10 m/s.
Um kvøldið gongur hann í sunnan og veksur upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 9 og 14 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Út á seinnapartin veksur hann upp í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s.
Skýggjað og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Um kvøldið dregur á luftina og sum frá líður fer at regna. Hitin millum 10 og 14 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin hækkar hann í norðan og minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin millum 10 og 15 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Um kvøldið lækkar hann í landsynning. Skýggjað og fyrst yvirhøvur turt, men seinnapartin fer at regna. Hitin millum 9 og 13 stig.