Ongi úrslit

Út av lagið vánaligt

Pól Arni Holm
6. august kl. 18:00

Komin heim uttanlanda frá fyri kortum og beint umborð á Smyril fyri at sleppa heim - Smyril siglir kl 13:00 og vóru okur á Farstøðini kl 12:30.

Hevði ikki bílagt á netinum - prísur fyri at sleppa heim einvegis fyri meg og konuna 218,-kr og enntá uttan bil!

Var bílagt áðrenn, kostaði tað 100 kr. Hetta er talgild gíslatøka av okkum sum búgva í Suðuroynni og kann slett IKKI GÓÐTAKAST - hví er hendan skipanin góð? Hví var tann fyrra ikki góð nokk ? Og blivu okur sum búgva í Suðuroy spurd eftir?

TVS tú skal brúka ágóðan á talgildu skipanini, ella verður tú straffaður hóast man býr í Suðuroynni!

HVÍ SKULU OKUR GÓÐTAKA HETTA TALGILDA TYRANNI?? Hví ikki geva okkum fastbúgvandi eitt bústaðarkort og fastan prís??

Vanvirðislig og mannminkandi atburður av SSL og yvirfyri okkum sum búgva í Suðuroy.

Smyril er okkara asfalt til restina av landinum og økir hesin atburður ikki um trivnaðin hjá okkum sum enn búgva her!!

ÚT AV LAGIÐ VÁNALIGT OG SERA ÓFØROYSKT!

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57