Ongi úrslit

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Dømdur sekur í einum føri og frífunnin í fleiri førum

© Tipsbladet.dk
Jóhanna Højgaard
3. desember kl. 18:15

Patrick Da Silva fekk í dag dóm fyri málið um ‘grooming’ og onnur kynslig brotsverk av ungum gentum.

Hann var dømdur sekur í einum føri og frífunnin í fleiri førum. Hettar hevur Frihedsbrevet eina nágreiniliga grein um.

Ein 15 ára gomul genta hevur loyvi til at vera seksuelt saman við einum eldri manni, og eisini hevði Patrick havt samband við nógvar kvinnur, sum vóru eldri enn hesar báðar 15 og 12 ára gomlu genturnar, sum hann var ákærdur fyri at ‘grooma’.

Á miðlinum Snapchat hevði Patrick, sambært ákæranum, annars roynt at fingið samband við minst 12 gentur í aldrinum 9-14 ár.

Patrick helt sjálvur, tá ið hann fekk loyvi at siga nøkur orð í rættinum, at tað var ein skeiklað mynd, sum varð víst fram, tá ið tað ikki kom fram, at hann eisini hevði havt samband við nógvar eldri kvinnur.

Foreldrini hjá 12 ára gomlu gentuni høvdu goymt brúkaranavnið hjá Patrick við at taka mynd av tí og slettaðu síðan brúkaranavnið hjá gentuni. Tað førdi við sær, at samskiftið var slettað, og tí kundi tað ikki finnast prógv fyri samskiftið teirra millum.

Patrick Da Silva hevur longu sitið dómin, tá ið hann sat varðhaldsfongslaður. Hann kundi tí fara úr Føroya rætti sum ein fríur maður í dag.

Sí nærri: Frihedsbrevet

Sí eisini: Patrick Da Silva í rættin

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48