Nú hevur Løgtingið endaliga avgreitt málið um fría fosturtøku. Og endaliga úrslitið er, at frá 1. juli næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku til 12. viku.
Uppskotið varð samtykt mánakvøldið eftir eitt drúgt orðaskifti, sum vardi í sjey tímar, ella næstan ein heilan arbeiðsdag.
Men meirilutin var so tepur, sum kann kundi vera, tí 17 tingfólk atkvøddu fyri og 16 atkvøddu ímóti, og sostatt leyp eingin atkvøða av.
Men skipanin er soleiðis, at Løgtingið skuldi atkvøða um málið eina ferð aftur at fyri at tað skal vera endaliga samtykt og sett í verk.
Og tann atkvøðugreiðslan hevur júst verið. Hesa ferð vardi orðaskiftið í slakar fimm tímar, og úrslitið er, at uppskotið um fría fosturtøku varð endaliga samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 atkvøðum fyri.
Tey, sum eru ímóti fríari fosturtøku, gjørdu eina seinastu roynd at forkoma málinum. Tað gjørdu tey við at leggja eitt broytingaruppskot fyri Løgtingið, har tað varð ásett, at lógin skuldi ikki koma í gildið fyrr enn 1. januar í 2027.
Endamálið við tí var, at Løgtingið, sum verður valt á næsta løgtingsvali, sum í seinasta lagi verður seint næsta ár, eisini skuldi fáa høvi til at atkvøða um málið.
Men tað uppskotið varð eisini felt, og sostatt var upprunaliga uppskotið um fría fosturtøku, samtykt,
Og tað merkir, at frá 1. juli næsta ár, er frí fosturtøka í gildi til 12. viku.
Men tað stendur eisini í uppskotinum, at stríðir tað ímóti etisku ella átrúnaðarligu fatanini hjá einum lækna, ella øðrum heilsustarvsfólki, sum skulu til fyri at gera fosturtøkuna, kann viðkomandi sleppa undan hesum, men tá skal verða víst til annan lækna, ella onnur heilsustarvsfólk.
Hetta er kortini ikki galdandi, um talan er um bráðneyðuga læknahjálp.
Tá ið sipað verður til, at eisini onnur heilsustarvsfólk, enn læknin, kunnu biðja um at sleppa frá at vera við til eina fosturtøku, verður hugsa um tey, sum eru við til at fyrireika eina fosturtøku, bæði við heilivági ella at vera við til sjálva fosturtøkuna.
Tað fevnir eisini um tey, sum geva kvinnuni heilivág, doyving og annað í hesum sambandi.
Men hetta fevnir ikki um tey, sum veita kvinnuni røkt eftir eina fosturtøku.
Men tað verður eisini gjørt greitt, at hóast starvsfólk bera seg undan, kann tað ongantíð forða fyri, at ein kvinna fær eina lógliga fosturtøku.
Tað vil siga, at bera heilsustarvsfólk seg undan, skal leiðslan á sjúkrahúsverkinum tryggja, at onnur heilsustarvsfólk eru til staðar, so at kvinnan fær fosturtøku.
Tað, sum gjørdi, at Løgtingið varð samtykt, var, at Javnaðarflokkurin umskipaði Landsstýrið.
Úrslitið av tí var, at Súsanna Bertholdsen fór úr Landsstýrinum og aftur í Løgtingið, so at hon kundi atkvøða fyri uppskotinum.
Men hon er varafólk á Løgtingi og hevði ikki fingið løgtingssessin uttan so, at onkur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, fór í Landsstýrið ístaðin.
Og tað var júst tað, sum hendi, tí tað var nettupp tingmaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, sum er ímóti fríari fosturtøku, sum fór úr Løgtinginum og í Landsstýrið - so hann fekk ikki atkvøtt.
Sostatt endaði atkvøðugreiðsln 17 - 16 til frama fyri uppskotinum um fría fosturtøku.
Orsøkin til, at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár, er fyri at geva avvarðandi landsstýrisfólki, og avvarðandi stovnum, stundir at fyrireika seg til at seta fría fosturtøku í verk.
Eitt nú skal landsstýrisfólkið seta eitt samráð, sum kvinnan kann ráðføra seg við, og Føroya Kærustovnur skal velja tey serkønu, sum skulu vera við í kæruviðgerðini.
Eisini skal landsstýrisfólið áseta reglur um ráðgevingina til kvinnur, sum vilja hava fosturtøku og fyri, hvussu umsóknir um fosturtøku, skulu viðgerðast.