Ongi úrslit

Hetta líkar borgarstjóranum væl

Tað var stórur áhugi fyri tíðinafundinum, tá ið nýggi NSÍ venjarin í kvøld var almannakunngjørdur

Jonhard Hammer
1. desember 2025 kl. 23:24

Tað mundu vera eini hálvthundrað hjástødd, tá ið NSÍ í kvøld hevði tíðindafund, og formaðurin Karstin Joensen kunngjørdi, at íslendingurin Sigurður Ragnar Eyjólfsson ella Siggi Raggi, sum hann eisini verður nevndur, er nýggjur venjari í Runavík.

Millum tey á tíðindafundinum var guitarsnillingurin Hjalti Joensen og borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen.

Borgarstjórin fegnaðist um, at NSÍ hevur sett góðan íslendskan venjara. Teir plaga at roynast væl, sigur borgarstjórin og sipar til, at tað fyrr hava verið íslendskir venjarar í NSÍ. Tórbjørn er hálvur gøtumaður, og hann hevur altíð fylgt væl við gongdini hjá GÍ og Víkingi.

Hann minnist aftur á, at tá ið GÍ av álvara tók seg fram í fótbólti, so var tað við íslendskum venjara. Fyrsta árið hjá GÍ í bestu deildini var í 1980, og tá var Gísli Magnússon venjari, tá ið GÍ í 1981 endaði á bronsuplássi var Björn Árnason venjari, og tað var hann eisini í 1982.

Í 1983 vann GÍ fyrsta føroyameistaraheitið, og tá var tað íslendingurin Kristján Már Hjartarson, sum var venjari.

Borgarstjórin hevði skund í kvøld. Tíðindafundurin var klokkan 20, og klokkan 21 vóru hann og fótbóltsfelagarnir á gólvinum í ítróttarhøllini. Borgarstjórin skemtaði við, at kanska fór nýggi venjarin at leggja leiðina í høllina fyri at kunna seg við støðið í fótbóltinum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16