Ongi úrslit

660 menn fyri fríum vali

Menn fyri fríum vilja
1. desember 2025 kl. 17:00

660 føroyskir menn úr øllum landinum hava nú skrivað undir stuðulskriv fyri rættinum hjá føroyskum kvinnum at eiga endaligu avgerðina um abort fram til viku 12.

Átakið varð stovnað í marts í 2024, og hálvtannað ár eftir hava smá 2,5 % av føroyskum monnum latið stuðulsskrivinum sína undirskrift.

- Undirskriftir eru úr at kalla øllum bygdum og býum í Føroyum, og høga talið vísir púra greitt, at tað finst ein stór, tigandi fjøld av monnum, sum tekur undir við fríari abort fram til viku 12. Nýggjar undirskriftir koma allatíð, og talið fer skjótt upp um 700, siga stigtakararnir.

Stuðulsskrivið er soljóðandi:

Menn fyri fríum vali

Undirritaðu menn taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi.

Vit viðurkenna, at tað krevur djúpa grundan at taka støðu til abort.

Endaligu avgerðina eigur hon, sum tá ið av tornar ber kropsligu avleiðingarnar av at gerast við barn; sama, um úrslitið verður abort ella barnsburður.

Leinkja: https://c.org/zPJCgDrHXQ

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41