Eg mynstri av, eg kann ikki verða verandi í Sambandsflokkinum.
Eg vil boða frá, at eg meldi meg úr Sambandsflokkinum og gerist partur av Miðflokkin frá í dag at rokna.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár.
Uppskoti fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av.
Míni kjarnuvirðir siga mær, at lívið er frá Gudi givið og er heilagt frá gitna til grøv. Tað er tí ógjørligt fyri meg at vera partur av einum flokki, sum er høvuðsatvoldin til, at hetta hendi beint nú.
Eg vil takka løgtingfólkum Sambandsfloksins fyri tíðina og álitið, sum mær er víst.
Eg eri takksamur fyri, at eg havi fingið møguleikan at vera uppstillaður og eisini at sita í Løgtinginum fyri flokkin – hóast tað ikki var leingi.
Soleiðis skrivar Sámal Hanni Lognberg á facebook í kvøld.
Á løgtingsvalinum 8. desember 2022 var Sámal Hanni á listanum hjá Sambandsflokkinum. Hann fekk 172 persónligar arkvøður og var nummar 12. Hann var eisini nummar 12 á sambandslistanum á løgtingsvalinum 31. august 2019. Tá fekk hann 182 persónligar atkvøður og var onkra ferðina eykamaður í løgtinginum.
Sámal Hanni Lognberg er annað valevnið hjá Sambandsflokkinum, sum í hesum valskeiðnum hevur verið í tinginum, og sum nú tekur seg úr tinginum. Á valinum var Edva Jacobsen nummar 10 á sambandslistanum við 201 persónligum avkvøðum. Hon tók seg úr Sambandsflokkinum, tá ið eitt av tingfólkunum hjá flokkinum var uppskotsstillari til fría fosturtøku.