Ongi úrslit

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

Áki Bertholdsen
18 tímar síðan

Í dag skal Løgtingið, enn einaferð, atkvøða um kvinnur skulu hava fría fosturtøku til 12. viku, ella ikki.

Málið hevur drigið út og - tað er við vilja at tað er komið í drag, tí politikarar, sum eru ímóti fosturtøku, hava blokerað fyri at málið kom úr aftur Rættarnevndini hjá Løgtinginum fyrr enn nú.

Og orøkin til tað er, at nú fer Djóni Nolsøe Joensen úr landsstýrinum og tekur sæti á Løgtingi aftur fyri Javnaðarflokkin.

Hann er ímóti fríari fosturtøku og sostatt høvdu útlit verið fyri, at málið fall.

Men í gjárkvøldið spældi Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinan fyri Javnaðaflokkinum, eitt óvæntað kort út. Tað gjørdi hon, tá ið hon bað løgmann loysa seg úr starvið sum landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin, so at hon kann taka sæti aftur á Løgtingi.

Sostatt verður Djóni Nolsøe Joensen aftur landsstýrismaður, og kann sostatt ikki atkvøða.

Súsanna Bertholdsen sigur, at fyri hana er tað avgerandi, at kvinnan, undir tryggum umstøðum, fær tann sjálvsagda rættin til at ráða yvir egnum kroppi.

 – Tað er ein avgerð, sum kvinnan er best før fyri at taka. Hetta haldi eg vera so grundleggjandi, at eg vil gera mítt fyri, at málið verður samtykt, sigir hon.

Hon sigur, at hon fer úr Landsstýrinum tí hon heldur tað vera sína skyldu at vera við til at dagføra eina ótíðarhóskandi lóg, so avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum yvir til kvinnuna.

– Eg kann snøgt sagt ikki standa uttanfyri og hyggja at og vita, at tað er vandi fyri, at uppskotið fellur, sigur hon.

– Nú fari eg aftur í Løgtingið fyri at standa undir liðini á øllum teimum, sum í mong áratíggju hava stríðst fyri og framvegis stríðast fyri, at kvinnan skal fáa ræðisrætt yvir egnum kroppi, sigur Súsanna Bertholdsen.

Hon sigur, at hon fór upp í politikk fyri at gera mun.

– Í dag fari eg at vísa føroyskum kvinnum ta virðing og tað álit, sum tær hava uppiborið. Eg vil vera við til at taka ábyrgd av veruleikanum ístaðin fyri at lata eyguni aftur, sigur hon.

Miðilin. www. in.fo, hevur roknað seg fram til, at málið um fosturtøku verður samtykt í dag við 17 atkøðum fyri og 16 ímóti. Her kanst tú lesa, hvussu tey hava roknað seg fram til tað: https://www.in.fo/news-detail/fosturtoekulogin-verdur-samtykt

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

Minningarorð um Paula Nielsen: Hann var ikki tann, sum ræddist broytingar

26. november kl. 12:20