Ongi úrslit

Hetta er national skomm

Tórbjørn Jacobsen heldur lítið ella rættari sagt einki um tað, at Anna Falkenberg í fíggjarlógarsemju í fólkatinginum sigur seg hava fingið pengar úr danska statskassanum til fígging av Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027

Jonhard Hammer
5. desember 2025 kl. 18:11

Tórbjørn Jacobsen, sum er borgarstjóri í Runavíkar kommunu, ið verður við til at hýsa Oyggjaleikunum í 2027, er ikki blíður um, at danskar milliónir skulu brúkast til at rinda fyri Oyggjeleikirnar í 2027.

Hann skrivar soleiðis á persónliga vanga sínum á facebook í dag:

Táið vit bjóðaðu okkum fram sum vertir til Oyggjaleikirnar í 2027, var fíggingin tá ikki komin í rættlag? Ella høvdu vit roknað við, at eitt fremmant parlament, ein fremmandur ríkiskassi, skuldi taka um endan?

Hvør í Guðs garði hevur uppfunnið hesa gigantisku skommina, at onnur skulu gjalda fyri eina millumtjóða ítróttarstevnu, sum vit hava boðið øðrum oyggjum at vera partar av?

Nevndin, ið fyrireikar og skipar Oyggjaleikirnar í 2027, eigur at greiða okkum frá, um tað er hon, sum stendur aftanfyri hesa vanvirðisligu støðuna, sum fólkatingsumboðini nú hava sett okkum í. Í besta føri snýr hetta seg um geykapolitikk, har vit leggja okkara egnu ungar í reiðrini hjá onkrum øðrum.

Hetta er ein national skomm, sigur Tórbjørn Jacobsen á facebook og sipar til hetta tíðindaskrivið

https://dimma.fo/grein/folkatingid-jattar-25-mio-kr-til-oyggjaleikirnar-i-foroyum-i-2027

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01