– Hetta er nógv betri enn at sita heima og arbeiða. Tað sigur Jónstein Bech í Porkeri. Hann er ein av teimum, sum hevur leigað seg inn í nýggja skrivstovulandslagið í Vági. Í Vági hevur býráðið nevniliga gjørt nakað serligt fyri at gera umstøðurnar betri hjá smáum fyritøkum.
Samla smáar fyritøkur
Mitt í Vági stendur eitt kent hús, vanliga kalla SEV-húsið. Har búði stjórin hjá SEV í Suðuroy í síni tíð, og har var eisini telefonstøð. Men nú hevur SEV ongan stjóra í Suðuroy longur, og telefonstøðin er langt síðani niðurløgd. Síðani tá hava tøkniligu frambrotini verið øgilig. Eitt úrslit er, at nú er nógv arbeiði talgilt, og tað einasta, nógv hava brúk fyri, er ein fartelda. Tað merkir, at nú ber væl til hjá nógvum at arbeiða heimanífrá, ella tey kunnu arbeiða alla aðrastaðni frá enn á vanliga arbeiðsplássinum.
Og so fingu tey í Vágs Býráði ta hugskot á sinni at gera gamla Sev-húsið til eitt skrivstovulandslag við bæði interneti, wc og fundarhøli. Har kunnu so fólk, ella smáar fyritøkur, leiga sær eitt skriviborð, so at tey kunnu sita har og arbeiða, heldur enn at sita einsamøll heima, ella onkra arðastaðni. Tað ber til at leiga eitt skriviborð í styttri og longri tíðarskeið. Eitt skriviborð kostar úr 855 krónum um mánaðin hjá teimum, sum arbeiða har fast. Men so kunnu fólk eisini koma í Sev-húsið og leigað sær eitt skriviborð í ein dag, ella nakrar dagar, fyri 50 krónur um dagin.
Nógv betur
Ein av teimum, sum hevur tikið av hesum møguleikanum, er Jónstein Bech úr Porkeri. Hann er verkfrøðingur og arbeiðir fyri donsku fyritøkuna, Palsgaard Spær, sum ger taksperrur av træ til hús og bygningar. Men hóast fyritøkan hevur einar fimm deildir kring um í Danmark, situr Jónstein Bech í gamla Sev-húsinum í Vági og roknar út, og sniðgevur træsperrur til hús og bygningar víða um. Hann flutti heim tíðliga í ár og eftir avtalu við arbeiðsgevaran, skuldi hann halda fram at arbeiða fyri tey - bara heimanífrá ístaðin fyri á sjálvum arbeiðsplássinum.
Men Jónstein fann skjótt út av, at tað var ov nógv, sum órógvaði tá ið hann sat heima, og tí gjørdi hann av at leiga seg inn í gamla Sev-húsið í Vági. Og tað hevur hann ikki angrað. – Tað eru stórur fyrimunur at fara av húsum og í Sev-húsið til arbeiða, sigur hann. Hann sigur, at tað er minnu forstýrilsi at sita í Sev-húsinum, og heima var tað ofta eisini ymiskt húsligt arbeiði, sum lá og bíðaði.
Tað eru tríggjar skrivstovur í Sev-húsinum. Ein fyritøka hevur egna skrivstovu, og leiðslan í ítróttarháskúlanum heldur til í einari skrivstovu. – Men so eru vit trý, sum hava felagsskrivstovu, og tað dámar mær serstakliga væl, sigur Jónstein Bech.
Sjálvur hevur hann felags skrivstovu við eina KT fyritøku og eitt bókhaldsvirki. Og hann heldur, at tað er nettupp ein stórur fyrimunur at hava skrivstovu saman við fólki, sum gera nakað heilt annað enn hann ger. – Tað er rættiliga gevandi at hava onnur fólk at práta við, sigur hann.