Ongi úrslit

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

Tað er sera týdningarmikið at tú ikki sjálv/ur fer í gongd við at oyðileggja býlið

Jóhanna Højgaard
3. august 2025 kl. 16:00

Tvøroyrar kommuna biður á Facebook, borgarar í kommununi um at hjálpa sær:

Nú summarið fer at halla, er vanliga sera nógv av vespum at síggja. Um til skal bera hjá kommununi at týna vespustovnin, so er umráðandi at fólk boða frá á rætta stað.

HVUSSU STAÐFESTI EG UM TALAN ER UM VESPUBÝLI?

Boðast skal ikki frá, um einstøk vespa kemur inn í húsini. Tó, er hetta ein afturvendandi trupulleiki, so kundi bent á, at vespubýli er nærindis.

Vespur gera sær ofta býli undir takúthangi, millum skins og hold á bygningum, á loftum, í hjallum, undir væðingum og í jarðholum.

Sært tú hópin av vespum støðugt koma og fara frá sama staði, so er lætt at staðfesta, at talan er um vespubýli.

HVUSSU BOÐI EG FRÁ?

Tað er sera týdningarmikið at tú ikki sjálv/ur fer í gongd við at oyðileggja býlið, tí vespurnar tá loypa á beinanvegin. Starvsfólkið hjá Tvøroyrar kommunu hevur alla neyðuga útgerð, og royndir, til at týna vespur.

Send teldupost til Tvøroyrar kommunu á [email protected], við yvirskriftini «Fráboðan um vespubýli». Greið frá júst hvar vespubýlið er funnið og viðfest adressu og telefonnummar.

Til ber eisini at senda mynd av staðnum, har vespubýlið er.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30