Ongi úrslit

Nú takkar hann fyri seg í politikki

Hann fer nú úr Løgtinginum og í eitt privat starv

Áki Bertholdsen
4. august kl. 12:15

Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, er nú liðugur í politikki - í hvussu so er á hesum sinni.

Hann sigur nevniliga, at nú fer hann úr Løgtinginum.

Sólvit Nolsø kom í andstøðu við leiðsluna í Framsókn tá ið hann ikki vildi atkvøða fyri málinum um fría fosturtøku.

Tá kunngjørdi hann, at hann fór ikki at stilla upp aftur í politikki, men tað var hansara sannføring at vera ímóti fríari fosturtøku og hann mátti fylgja síni sannføring, sama hvørjir avleiðingarnar fóru at vera.

So tá ið leiðslan í Framsókn staðfestu, at tey, sum stilla upp fyri flokkin á næst vali, skuldi fylgja floksins politikki, gjørdi Sólvit E. Nolsø greitt, at hann fór úr politikki - Framsókn er nevniliga fyri fríari fosturtøku.

Tey flestu høvdu væntað, at hann fór at sita alt valskeiðið. Men tað verður ikki, tí nú kunngerð Sólvit E. Nolsø, at tað verður longu um tríggjar vikur, at hann fer úr tingsessinum eftir at hava verið landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri

 – Tað bleiv ein stutt og eitt sindur bronglut yrkisleið í landspolitikki, men soleiðis lagaðu viðurskiftini seg nú einaferð, sigur hann. Upprunaliga umboðaði hann Fólkaflokkin í Landsstýrinum, men hann fór úr flokkinum og stillaði upp fyri Framsókn á seinasta vali.

Sólvit E. Nolsø er stjórnmálafrøðingur og nú hevur hann fingið starv sum kommunustjóri í Vestmanna og hann tekur við starvinum mánadagin 25. august.

Næsti maður á listanum hjá Framsókn er Árni M. Dam og hann tekur nú sæti á tingi ístaðin fyri Sólvit E. Nolsø.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

Í gjár kl. 08:56

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Tað ger góðan mun at Smyril hevur fingið síðuskrúvur

Í gjár kl. 10:04