Tað ger góðan mun, at smyril hevur fingið síðuskrúvur. Tað sigur skiparin á Smyrli.
Smyril hevur verið í dokk í sjey vikur og eitt stórarbeiði, sum er gjørt við hann, er, at hann hevur fingið síðuskrúvur aftan.
Tað er fyri at gera tað lættari hjá skiparanum at manøvrerað inni í havnarløgunum.
Men ein stórur trupulleiki var, at tá ið Smyril bara hevði vanligu skrúvurnar og róður, at stýra við, vóru so nógvar ristinginar í afturskipinum, at síðurskrúvur vóru neyðugar, skuldi Smyril halda í nøkur ár afturat.
Skiparin á Smyrli sigur, at síðurkrúvurnar gera stóran mun. Hinvegin hava teir bara havt høvi at royna tær í gjár og í morgun, so hann sigur, at enn eru teir ikki í nóg góðari venjing til at brúka tær rætt - men tað kemur so hvørt.
Tá ið Smyril fór til Havnar í gjáramorgunin, komu umboð fyri Brunnvoll í Noregi umborð og so legði Smyril seg í Nólsoyarfjørð, har síðuskrúvurnar, og alt í tí sambandi, varð endaliga kannað og roynt.
– Tað gekk alt eftir ætlan og alt riggar sum tað skal, sigur skiparin.
Onkuntíð, tá ið Smyril hevur avlýst túrar, hevur tað ikki verið tí at tað hevur verið so ringt at sigla, men tí at tað hevur verið ov nógvur vindur í havnarløgunum til at tað ber til at manøvrera trygt - ikki minst innan fyri Molan í Havn, har einki er at geva av.
Nú Smyril hevur fingið síðuskrúvur, og betri møguleika at manøvrera, stingur spurningurin seg upp um eitt úrslit av tí kann verða, at færri túrar verða broyttir, ella avlýstir, fyri veður.
Men tað dugir skiparin slett ikki at meta um, tí hann sigur, at enn hava teir alt ov lítlar royndir við síðuskrúvunum til at tað ber til at siga nakað um tað.