Ongi úrslit

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

Bakkastið fyri ítróttin í Suðuroy verður ikki so stórt sum fryktandi var fyri

Áki Bertholdsen
1. august kl. 13:35

Vit hava áður skrivað, at Smyril fer av landinum á beding seinast í august og at hann verður burtur í einar 8-10 vikur.

Samstundis er greitt, at tað verður grikska ferjan, Galaxy, sum skal avloysa Smyril hesa tíðina.

Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni, sigur, at alt er framskundað eina viku, so at tað verður um tríggjar vikur, leygardagin 23. august, at Galaxy fer í sigling.

Hann sigur, at tað er framskundað eina viku fyri at bøta um sannlíkindini fyri, at Galaxy fær gott veður at sigla í.

Galaxy siglur nakað seinni enn Smyril ofg hevur 2,5 tímar um hvønn túrin, so hann klárar bara tveir túrar um dagin, og ferðaætlanin verður lýst í næstum.

Í gjár fekk fekk Strandferðslan harðar atfinningar í Løgtinginum, har tinglimir úr Suðuroynni vístu á, at ferðaætlanin er løgd soleiðis til rættis, at tað fer at beina fyri øllum ítróttarvirksemi, og øðrum frítíðarvirksemi í Suðuroynni, allar hesar 8-10 vikurnar, Galaxy verður í sigling.

Orsøkin er, at tað er so stutt ímillum túrarnar, at tað verða ikki stundir at spæla ein dyst í Suðuroynni, uttan at liggja nátt - fyri ikki um at tala tá ið talan er um eina kapping, har fleiri dystir skulu spælast.

Men Niels Juel Arge sigur, at tað, sum varð umrøtt í Løgtinginum í gjár, var fyrsta uppskotið til eina ferðaætlan, og at tað síðani er broytt, so at tað fer at bera til at hava ítrótt í Suðuroynni.

Í uppskotinum til ferðaætlan skuldi Galaxy sigla soleiðis leygardag og sunnudag: Av Krambatanga klokkan 7.30, av Havnini klokkan 11, av Krambanga aftur klokkan 15.30 og so aftur av Havnini klokkan 19.

Eftir hesi ætlanini sæst, at tað verða ikki stundir at avgreiða nakran ítrótt í Suðuroy, uttan at noyðast at liggja nátt.

Men nú er tað broytt soleiðis, at leygardagar og sunnudagar fer Galaxy av Krambatanga klokkan 7, av Havnini 10.30 av Havnini og klokkan 17 av Krambatanga aftur og so klokkan 20.30 av Havnini aftur.

Tað merkir, at ítróttarlið, og onnur, fáa góðar tríggjar tímar í Suðuroynni leygardagar og sunnudagar.

Niels Juel Arge sigur, at nú er ferðaætlanin toygt so langt sum tilber, uttan at gera seg inn á hvílitíðirnar hjá manningini.

Galaxy hevur verið er áður, men stjórin á Strandferðsluni sigur, at hon er í betri standi nú, enn hon var tá, tí fleiri ábøtur eru gjørdar umborð.

Har er annars eisini bæði kiosk og kafeteria umborð við føroyskari manning. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, tá ið eingin farmur er við. Bíleggingarskipan hjá Smyrli kann eisini brúkast til tey, sum vilja hava ferðaseðil við Galaxy.

Mest lisið hesa vikuna

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

31. juli kl. 07:15

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

1. august kl. 08:50

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

30. juli kl. 17:25

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

31. juli kl. 17:15

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35