Í einum kjaki um ógvusliga og antisemitiska lesarabrævið hjá Kára Sverrisson gjørdi eg eina samanbering við Mein Kampf.
Tað havi eg hoyrt nógv fyri – og tað skilji eg væl. Eg skal eisini taka í egnan barm. Eg fór ov langt. Tað var í so grovt. Men eg skuldi hildið høvdið kalt, og ikki gjørt hasa samanberingina.
Men sagt er sagt, og eg skal her greiða frá hví eg reageraði, sum eg gjørdi. Og samanberingin heldur jú ikki heilt av teirri einføldu grund, at meðan Kári setir Ísrael / jødarnar fram sum tað ónda saman við nazismuni, so er Mein Kampf jú partur av ideologiska grundarlagnum hjá nazismuni. Har eru tað bara jødarnir, sum eru tey óndu.
Men tá tað er sagt, so haldi eg púra fast við, at tað als ikki í lagi at seta líkheitstekin millum Ísrael og Nazitýskland og millum Swastika og Dávidsstjørnuna, soleiðis sum Kári ger.
Eg eri hálvur ísraeli og helvtin av familjuni eru jødar, og eg vóni fólk skilja, hví eg bleiv sera skakkur, keddur og ørkymlaður av tí, Kári skrivaði. Eg havi ikki áður sæð slíkt borið fram í Føroyum, og haldi tað faktiskt vera ræðandi.
Eg skuldi ikki gjørt hasa samanberingina, men her skal eg stutt royna at greiða frá hví eg, impulsivt, reageraði, sum eg gjørdi.
Mein Kampf var grundarlagið undir nasistiska propaganda-maskinarínum. Endamálið var, at Jødar skuldu reinsast úr samfelagnum, tí teir umboðaðu alt tað ringasta, sum er til. Vit kundu siga, at tað skuldi de-jødifiserast.
Sambært lesarabrævinum hjá Kára skulu fólk ígjøgnum eina ”de-ísraelifisering”, tí Ísrael, landið hjá jødunum, er eitt land og eitt fólk, sum umboðar alt tað ringasta, sum er til – rasismu, kolonialismu, apartheid og nazismu.
Tað rann mær kalt niður eftir bakinum, tá eg læs hetta.
Lesarabrævið sigur eisini – eins og sagt verður í Mein Kampf – at Jødar halda seg verða eitt serligt fólkaslag. At teir halda seg hava virði, meðan onnur eru virðisleys. Rasisman / antisemitisman var púra greið í Mein Kampf – og tað er hon eisini hja Kára.
Mein Kampf lærdi fólk at hata jødar, og hon varð brúkt til at normalisera hetta jødahatrið í samfelagnum. Lesur tú lesarabrævið hjá Kára, so kennir tú forteljingina aftur.
Men eg kenni als ikki mítt annað móðurland – Ísrael – aftur í tí, Kári skrivar.
Ísrael er sum øll lond samansett. Veruleikin er óendaliga nógv meira nuanseraður, enn tann grovi karikaturur, sum Kári teknar av okkum ísraelum / jødum.
Fyri tað fyrsta: Hann setir líkheitstekin millum nazitýskland og Ísrael. Hvussu kann hann tað? Nazitýskland var eitt brutalt diktatur, og fólk vóru harðliga revsað fyri at ganga ímóti Hitler. Fólk í Nazitýsklandi vórðu lærd at hata onnur.
Ísrael er ikki eitt diktatur. Tað er tvørturímóti einasta demokrati í Miðeystri. Har er fult talufrælsi. Og eg varð aldrin lærdur at hata nakran, tey mongu árini, eg búði í Ísrael.
Kríggið, sum Hamas byrjaði í 2023, er ein vanlukka. Ein sorgarleikur.
Í einum demokratii er nógvar meiningar, men flestu ísraelar ynskja ein enda á hesum krígnum. Vit ynskja frið við palestinar. Men vit trúgva ikki uppá, at vit kunnu fáa frið og normal viðurskifti við eina rørslu – Hamas – sum hevur sum endamál at drepa okkum. Tað vóni eg, at fólk skilja.
Og vit standa ikki einsamøll í Miðeystri við hesi hugsan. 22 ymisk arabisk lond heita á Hamas um at niðurleggja síni vápn. Men Hamas noktar at geva upp, noktar at leggja vápnini – og noktar at gera avtalu um vápnahvíld.
Kravið, sum júst er sett fram, er ein palestinskur statur undir Hamas-leiðslu við Jerusalem sum høvuðsstaði.
Tað eru teirra treytir fyri eini avtalu. Inntil tá kunnu ísraelskir gíslar rotna í teirra tunlum. Og terroristarnir breiða stoltir út myndir av hesum gíslum.
Herfyri sendi Islamiskt Jihad filmsbrot av einum úthungraðum gísla, sum varð settur at grava sína egnu grøv – niðri í terrortunlunum.
Hvussu skulu vit kunna hava álit á slíkum fólki?
Men sambært lesarabrævinum hjá Kára eru tað ikki Hamas og Islamiskt Jihad, sum eru trupulleikin. Nei, tað eru Ísrael og jødarnir, tann einasti órættvísi parturin. Hesi eru tey óndu, hesi eru orsøk til alt kríggið og alla neyðina. Og hetta minnir altso um tankagóðsið í Mein Kampf sum heild.
Í lesarabrævinum verður dávidsstjørnan samanborin við Swastika-flaggið. Pástandurin er, at jødar halda seg verða eitt serligt fólkaslag, sum standa yvir øðrum, ið eru virðisleys.
Eg kenni hetta ikki aftur, hvørki frá mær sjálvum ella míni familju og vinum. Men eg kenni tankagóðsið – ákærurnar – aftur í eini bók, sum kallast Mein Kampf.
Kári Sverrisson er helt ótrúliga selektivur, tá hann skal lýsa mítt annað heimland. Hann finnur nakrar ekstremar meiningar, sum nøkur fá fólk í Ísrael hava, og setir tær fram sum um tær umboða alt fólkið. Soleiðis roynir hann at rættvísgera sína fordómsfullu og antisemitisku meining um okkum Ísraelar.
Vit hava eisini áður sæð, at hann hevur sett fram ótrúliga grovar lygnir fyri at rættvísgera sína rasismu – til dømis tá hann endurgav fólk sum søgdu, at Ísrael læt álopið 7. oktober henda fyri at fáa eina grund til at leypa á Gaza.
Sannleikin var, at Kári Sverrisson segði hesa lygnina, fyri at sleppa at leypa verbalt á Ísrael og jødar. Hann var sjálvur sekur í tí, hann kastaði Ísrael fyri.
Orsaka meg – men nasistarnir í 30’unum og 40’unum gjørdu ting sum líktust. Kastaðu jødum alt møguligt fyri, sum umbering fyri at leggja á teir. Og tá var tað ikki bara verbalt, men fysiskt.
Millum annað skuldu jødar hava dripið 15.000 fólk í Deir Yassin – hóast eingi prógv vóru fyri tí. Men ”hevndin” tók m.a. støði í hesu følsku ákæru.
Hvørt einasta menniskja, sum er deytt í Gaza, er ein sorgarleikur. Serliga tá talan er um børn.
Men Kári Sverrisson misbrúkar eisini hetta í sínum álopum á Ísrael. Hann tekur øll deyðstøl, sum koma frá Hamas, fyri góða vøru, og brúkar tey fyri at kunna ákæra Ísrael fyri tað ringasta, sum er til.
Men hví skulu vit trúgva Hamas – einum terrorfelagsskapi – og ikki Ísrael?
Sambært Ísrael er ein sera stórur partur av teimum deyðu Hamas- og Islamiskt Jihad-terroristar, deyðir í krígnum.
Eg veit ikki, hvørji tøl eru røtt – men um vit skulu taka tølini hjá Hamas fyri givið, so mugu vit eisini taka tølini hjá IDF fyri givið, ikki so?
Kári staðfestir sum fakta, at Ísrael er eitt kolonialistiskt land og eitt rasistiskt land við apartheid-stýri og við fólki, sum halda seg vera meira verd enn onnur. Tað passar ikki! Hetta eru lygnir um jødarnar – og tí virkar tað sum eitt endurljóð frá Mein Kampf.
Sannleikin er, at arabarar í Ísrael sita í tinginum, velja tá val er, ganga á ísraelskum universitetum og skúlum, arbeiða í ísraelska vinnulívinum, sjúkrahúsum, eiga ognir v.m.
Tað er IKKI eitt apartheid-stýri.
Men tað er púra týðuligt at Kári einki sum helst leggur í sannleikan um okkum ísraelar og jødar. Hann er líkaglaður.
Hann veit, at tað er ófatiliga ósakligt at samanbera okkum við nazistar og flaggið hjá okkum við swastika. Men hann ger tað allíkavæl. Tað er eitt tað grovasta, eg havi sæð í Føroyum.
Hann eggjar ikki til dráp. Hann eggjar ikki til kríggj. Men avleiðingin av hansara dreymi – at Ísrael bleiv strikað sum statur – hevði verið júst tað. Dráp og kríggj. Og tað hevði verið mønustingurin hjá einasta fólkaræði í Miðeystri.
Eitt islamistiskt kalifat hevði nokk komið í staðin. Og at ynskja tað í staðin fyri tað Ísrael, sum eg kenni óendaliga nógv betur enn Kári Sverrisson, haldi eg vera púra sjúkt.
Hvat er tað sum drívur ein sovorðnan mann? Skal eg vera erligur dugi eg ikki at síggja annað, enn at tað er antisemitisma. Eg haldi, at hansara lesarabræv í Dimmalætting var eitt lítið, antisemitiskt manifest.
Sera nógv hava dámt og deilt hansara grein. Eg vóni at tey ikki hava skilt alt sum hann hevur skrivað. Tí hava tey tað, so stendur illa til her á landi.
Á myndini: Tel Aviv, Ísrael, apríl 2025 – Einasta demokratii í Miðeystri.