Ongi úrslit

Eingin ábending um at menn rýma úr Føroyum undan skatti

Ruth Vang hevur ongar ætlanir um at broyta skipanina aftur
Áki Bertholdsen
18 tímar síðan

Tað er einki sum bendir á, at menn rýma úr Føroyum undan skatti.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Samgongan hevur hækkað skattin hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Síðani hava søgur gingið um, at stórt tal av føroyingum eru rýmdir uttanlands fyri at sleppa undan skattatrýstinum í Føroyum.

Og nú hevur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt.

Sostatt hevur hann spurt, hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Ruth Vang sigur, at sum heild hevur samgongan lækka skattin - men samstundis er skatturin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands, hækkaður, so at hann ikki longur er nógv lægri enn hann er hjá fólki, ið arbeiða á landi í Føroyum.

Ruth Vang sigur, at hetta er gjørt fyri at rætta ein skeivleika, sum avlagaði arbeiðsmarknaðin, og sum gav útlendskum arbeiðsgevarum fyrimun fram um føroyskar arbeiðsgevarar í kappingini um arbeiðsmegina.

– Enn er ov stutt tíð liðin fyri siga, hvørja ávirkan hetta hevur. Men vit síggja tó, at skattainntøkurnar í ár eru hægri enn tað, roknað var við, sigur landsstýriskvinnan.

– Starvsfólkatalið er framvegis vaksandi, og tilflytingin er størri enn fráflytingin, leggur hon afturat.

Men er tað onkur, sum flytur av landinum fyri at sleppa undan skatti, er avleiðingin fyri almennu inntøkurnar avmarkaðar, tí fleiri teirra rindaðu einki frammanundan, sigur Ruth Vang.

– Hinvegin gera broytingarnar tað eisini meira lokkandi at arbeiða og rinda skatt í Føroyum – og tá fellur allur skatturin í Føroyum, leggur hon afturat.

– Yvirhøvur sæst einki í tølunum, sum tíðir uppá økta fráflyting, sigur Ruth Vang.

Hon sigur, at tað er heldur tvørturímóti, tí fyrstu seks mánaðirnir í ár fluttu 284 menn úr Føroyum og tað er nakað minni enn fyrstu seks mánaðirnir í fjør, og eisini minni enn í 2023 og í 2022.

Hinvegin fluttu 512 menn til Føroyar fyrra hálvár í ár.

– Stóra avbjóðingin er, at serliga kvinnur flyta av landinum og mangla í føroyska samfelagnum, sigur Ruth Vang.

Ruth Vang staðfestir, at hon hevur ongar ætlanir um at broyta skattaumskipanina.

– Hinvegin heldur landsstýriskvinnan, at miðast skal ímóti, at skattatrýstið sum heild lækkar hjá øllum føroyingum, leggur hon afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

Í gjár kl. 12:15

Eingin ábending um at menn rýma úr Føroyum undan skatti

18 tímar síðan

Fimm ár? Tað er eitt háðan

22. august kl. 09:08