Ongi úrslit

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

Áki Bertholdsen
6. august 2025 kl. 07:41

Í gjár handtók løgreglan ein útlending og setti hann í varðhaldi. Talan er um ein mann úr Eysturevropa og nú vil løgreglan nú hava hann útvístan úr Føroyum.

Hann hevur verið í Føroyum í næstan eitt ár, her hann hevur verið og arbeitt. Men løgreglan sigur, at tað hevur gingið illa hjá honum at halda seg innan fyri lógarinnar karmar.

Løgreglan sigur, at hann hevur brotið lógina fleiri ferðir. Talan hevur bæði verið um harðskap, stuldur og onnur lógarbrot, sum hann hevur framt ímeðan hann hevur verir her. Løgreglan sigur, at talan er ikki um álvarslig mál, men um fleiri smástuldrar og harðskapurin hevur heldur ikki verið av tí grova slagnum, men nú eru tey so nógv í tali, at bikarið er flotið yvir.

Tí hevur løgreglan nú handtikið hann og seinni í dag verður hann førdur fyri rættin við tí endamáli at fáa hann vístan úr Føroyum.  

Løgreglan sigur, at tað skal ikki so nógv til, at útlendingar, sum koma higar at arbeiða, verða vístur av landinum aftur, og í hesum føri halda tey, at nú hevur hesin eini gjørt so nógv um seg, at tey halda ikki, at hann skal sleppa at verða verandi her.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47