Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot til frískt lot vestan, sum líðandi lækkar niður í útsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin um morgunin frá frostmarkinum og upp í 4 stig, seinni á degnum upp í 8 stig.  Í kvøld og í nátt frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, eitt skiftið upp í strúk av landsynningi, 13 m/s. Skýggjað og ælaveður ella regn. Hitin 3 til 8 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, men sum líðar út á dagin hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot millum útsynning og landsynning, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og bert okkurt ælið. Hitin frá frostmarkinum um náttina  og upp í 7 stig um dagin .

Leygardagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin frá frostmarkinum um náttina og upp í 8 stig um dagin.

Sunnudagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin  til friskt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og tað verður ælaveður. Hitin 3 til 9 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s.  Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08