Í gjár varð ein maður fongslaður í fýra vikur fyri hóttanir.
Talan er um ein sjómann, sum hevur hótt ein skipsfelaga á sosialum miðlum, so tá ið teir komu til lands, varð hann handtikin.
Løgreglan sigur, at hann hevur ymiskt annað hangandi yvir sær, eitt nú onkran treytaðan dóm og onkran dóm, hann ikki hevur sitið.
Av tí sama førdi ákæruvaldið hann fyri Føroya rætt við kravi um at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Tað gekk dómarin teimum á møti og sostatt er hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Hesar fýra vikurnar skal løgreglan brúka til at lesa fartelefonir og teldur hjá manninum fyri at skjalprógva hóttanirnar, áðrenn hann fær sín endaliga dóm.