Ongi úrslit

Varðhaldsfongslaður fyri ósketni dráp

Varðhaldið kemst av ótta fyri, at hann kann flýggja úr Sveis

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:07

Ein av eigarunum av barrini Le Constellation í sveisiska skíðstøðini Crans-Montana er varðhaldsfongslaður av sveisiskum myndugleikum, í sambandi við stóra eldsbrunan nýggjársaftan, har 40 fólk lótu lív.

Varðhaldið kemst av ótta fyri, at hann kann flýggja úr Sveis. Hettar upplýsa ónevndar keldur fyri sveisiska miðlinum 24 Heures.

Ákæruvaldið váttar fyri tíðindastovuni Reuters, at tað hevur biðið um, at eigarin verður varðhaldsfongslaður.

Sambært sveisiskari lóg kann barreigarin verða varðhaldsfongslaður í upp til 48 tímar eftir áheitan frá ákæruvaldinum, og síðani skal ein dómstólur gera av, um hann skal vera verandi í varðveitslu hjá myndugleikunum.

Ákæruvaldið heldur, at barreigarin, Jacques Moretti, ikki eigur at kunna ferðast frítt, millum annað tí hann er franskur ríkisborgari.

Frakland útletur ikki sínar borgarar, so tað kann vera ein trupulleiki, um hann flýddi til Fraklands, skrivar 24 Heures.

Hann eigur barrina, Le Constellation, saman við konu síni Jessicu Moretti. Teir vóru bæði undir illgruna fyri ósketni dráp, ósketni likamsskaða og ósketni eldsbruna. Konan er síðani leyslatin.

Fleiri enn 100 fólk fingu skaða í eldinum á nýggjárinum í Crans-Montana. Tey flestu fingu álvarsligan brunaskaða.

Meginparturin av teimum deyðu og særdu vóru ung. Tey flestu vóru sveisiskir ríkisborgarar, men millum tey deyðu og særdu vóru eisini italienarar, fraklendingar og aðrir tjóðskapir.

Fríggjadagin var landssorgardagur í Sveis fyri at minnast ofrini. Løgreglumenn úr Valais, har Crans-Montana er, bóru hvítar rósur hendan dagin.

Jacques Moretti eigur barrina Le Constellation saman við konu síni, Jessicu Moretti. Teir eru báðir undir illgruna fyri ósketni dráp, ósketni likamsskaða og ósketni eldsbruna.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

Í gjár kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08

Varðhaldsfongslaður fyri ósketni dráp

Í gjár kl. 21:07