Ongi úrslit

Vald er valdsins váði

himmalin bláur…gular liljur farnar at kykna upp úr moldini…kortini siti eg her við telduna í einum sinnisligum døkka...

Carl Johan Jensen
1. mars kl. 13:50

 …hmm…dýrdarveður hendan leygarmorgunin í London…himmalin bláur…gular liljur farnar at kykna upp úr moldini…kortini siti eg her við telduna í einum sinnisligum døkka…málleysur at kalla… eftir tíðindini…ella betur sagt ótíðindini…vestanhavs í gjárkvøldið…

…íspegilin hinvegin letur seg nú ikki teppa soleiðis…ikki hevði hann fyrr fingið vinstra bein úr seingini um sjeytíðina…so hevði hann limrað hesa um valdið… og hvussu tað  tíggjaði sær fyri hvørsmans eygum í Washington… á sokallaðum tíðindafundi…í eggrundu skrivstovuni í Hvítu Húsunum…:…

Tá vald ikki megnar sítt vald

Og verðin gerst eitt ørvitisfald

Av hugvitins hafti

Og hálætis kjafti,

Gjalda vit helst tað dýrasta gjald,

 

Gjalda vit helst tað dýrasta gjald,

Geva vit okkum upp til slíkt vald

Og ugga okkum við

Tann uppgjørda frið,

At í lygn finnur ljósið sítt hald,

 

At í lygn finnur ljósið sítt hald,

Harí liggur tann sjálvvilling fjald,

Tey  frægrøs, ið fræa

Og feigd um seg spjaða,

Tá vald ikki megnar sítt vald.

 

…vald er valdsins váði…

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05