The Wall Street Journal skrivaði mikukvøldið, at USA fer at njósnast í Arktis fyri at ”eyðmerkja fólk í Grønlandi”, sum stuðla Trump.
Blaðið skrivar, at njósnarastovnarnir í Washington hava fingið boð um at fokusera á Grønland, meðan Donald Trump hóttir um at yvirtaka oynna.
"Vit fara at kalla amerikanska virkandi sendiharran inn til eitt orðaskifti í uttanríkisráðnum, fyri at vita um vit kunnu staðfesta hesar upplýsingar" sigur Lars Løkke Rasmussen.
"Tað órógvar meg stórliga, tí vit njósnast ikki eftir vinum" segði Lars Løkke Rasmussen, tá hann, staddur á ES-ráðharrafundi í Warszawa, svaraði frágreiðingini í The Wall Street Journal.
Danska trygdar- og fregnartænastan "PET" vil ikki gera viðmerkingar til greinina, men sigur við danskar miðlar, at tey "natúrliga" hava tikið til eftirtektar, amerikanska áhugan fyri Grønlandi.
Tað er amerikanski fregnartænastuleiðarin Tulsi Gabbard, sum í síðstu viku skal hava givið ordrar, um at seta í gongd spionagu.