Í gjár gjørdi løgreglan ferðslumátingar við Norðskála, á einum strekki har tað bara er loyvt at koyra 60, og ikki 80, sum vanligt er ímillum bygdir.
Og har vórðu fýra bilførarar tiknir. Fýra vórðu skrássttir til at koyra beint undir 80 og teir fáa allir klipp í koyrikortið.
Men so var tað ein bilførari afturat sum koyrdi næstan 90 kilometrar um tíman. Av tí at hann akkurát hevur fingið koyrikortið, fekk hann koyriforboð, og sleppur ikki í bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið um aftur.
Tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, er eitt slag av royndartíð, og tá skal nógv minni til áðrenn koyrikortið rýkur.
Hinvegin varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.
Annars ringdi ein bilførari til løgregluna at siga frá, at hann hevði rent á eitt neyðskáp í Viðareiðistunlinum. Løgreglan fer nú at kanna, hví hann rendir á - men tey hava staðfest, at bilførarin var edrúur, so rúsdrekka var ikki orsøkin.
Í nátt varð ein bilur stolin í Havn, men hann varð funnin aftur beinanvegin beint við. Løgreglan kannar nú bilin fyri at vita um tey finna nøkur spor av tjóvinum.
Tey vita heldur ikki, hvussu tjóvurin fekk fatur á lyklinum. Hava lyklarnir ligið í bilinum, fær eigarin 1.000 krónur í bót fyri tað.