Nú kemur Frimodt Rasmussen úr Klaksvík, aftur á Løgting fyri Sambandflokkin. Hann var tingmaður í seinasta valskeiði, men varð ikki afturvaldur hesa ferð.
Men nú kemur hann aftur á ting í eina góða viku.
Jaspur Langgaard hevur sæti á tingið, men hann er eisini varamaður fyri Kaj Leo Johannesen, sum hevur farloyvi av heilsuávum.
Men nú fer Jaspur Langgaard eisini í farloyvi í nakrar dagar, frá í morgin, mikudagin, til 18. mars, og sostatt tekur næsti maður sæti á tingi - og tað er Frimodt Rasmussen.