Sammøður skulu ikki hava rætt til útgjald úr barsilsskipanini. Tað halda teir báðir tinglimirnir, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at bøta um barsilsskipanina. Í hesum samandi er ætlanin bøta um korini hjá foreldrum, sum fáa tvíburar, ella fleiri børn, umframt hjá foreldrum, sum ættleiða, og foreldrum, sum fáa børn, ið eru fødd ov tíðliga.
Foreldur, sum eina pinkubørn, sum verða løgd á sjúkrahús, fáa eisini betri sømdir, eins og útgjaldið skal regulerast regluliga so at tað fylgir við lønarhækkingunum í samfelagnum annars. Og so skulu sammøður eisini fáa rætt til útgjald úr barsilsgrunninum.
Tað er full semja í Løgtinginum um at bøta um umstøðurnar í barsilsskipanini. Men tvey tingfólk ávara kortini um gongdina í samfelagnum.
Tey bæði, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, taka fult undir við, at nýklakt foreldur fáa betri sømdir frá barnsburðargrunninum, tí tað fer at geva foreldrum, um fara í barsil, nógv betri umstøður.
Men tey taka ikki undir við, at nú skulu eisini sammøður fáa rætt til útgjald úr barsilsskipanini.
– Tað sker í eyguni hugtakið sammóðir framhaldandi verður fløkt upp í føroyska lóggávu, siga tey bæði.
– Sammóðir er eitt løgfrøðiligt hugtak, sum nakrir løgfrøðingar og politikarar hava uppfunnið, siga tey. Hetta nýggja hugtakið gongur beint ímóti náttúruni, lívfrøðini og kristnu siðalagslæruni, sum føroyingar hava bygt á í fleiri øldir, siga tey bæði.
– Hendan stóra fløkjan byrjaði fyri jól í 2021. Nýggja hugtakið og tað ónatúrliga skal nú fløkjast inn í aðra lóggávu, í hesum førinum inn í barsilslógina.
– Tá ið tað verður gingið ímóti tí natúrliga - og veruleikanum -:40 mugu margháttlig undantøk gevast, og rúgvusmiklar lógarbroytingar gerast fyri at fáa hetta ónatúrliga løgfrøðiliga hugtakið at passa inn í samfelagið og lóggávuna annars, siga Steffan Klein Poulsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
– Í stuttum er talan um ein stóran fløkjustamp, ið bara gerst størri. Tað er pláss fyri øllum borgarum í Føroyum, og tað skal tað eisini vera.
– Tað er tó ikki tað sama sum at alt tað samfelagið skal vendast á høvdið fyri at ganga ynskinum hjá nøkrum fáum borgarum á møti, halda tey.
–Ein maður er ein maður, og ein kvinna er ein kvinna. Tað er bert við einari kvinnu og einum manni, at nýtt lív kann birtast í móðurlívi.
– Lóggávan eigur at vera smíðað út frá hesum grundleggjandi sannleikanum, siga teir báðir løgtingslimirnir.