Vit, Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar. Terji sigur at hann avlýsir á einum Facebook tráði, uttan at hava samskift við okkum beinleiðis áðrenn. Tað kennist nokkso óprofessionelt, og vit eru keddar av at Maggies, sum vit hava havt mangar góðar løtur í, skal venda okkum baki hesa síðstu tíðina, tað er til.
Hann sigur at hann avlýsir, tí at vit hava “pissað á hansara vinmann” og eru “betongfeministar”, tá vit hava roynt at varpað ljós á hvussu tað verður tosað við og um kvinnur í vikuskiftissendingini. Eisini vilja vit gera greitt, at vit hava roynt at verið sakligar í kjakinum, og kanska Terji burdi gjøgnumgingið restina av konsertskránni, og kannað eftir, um har ikki eru aðrir feministar, hann er komin til at bóka. Gentugjammið, sum skal styrkja og menna kvinnuumboðan á rútmiska tónleikapallinum í Føroyum hevur áður verið umrøtt av Leivi Thomsen í vikusskiftissendingini, har hann royndi at fáa javnstøðusnevndina innyvir at viðgera, um tað mundi verið brot á javnstøðuslógina.
Vit hava fyriskipað Gentugjammið í skjótt 4 ár og hava sæð stórar broytingar koma av hesum, tó eru summir menn í føroyska tónleikaumhvørvinum ikki við uppá hetta átakið og tað er eisini herfrá, vit meta at teirra ilskan partvíst hevur sín upprunað.
Vit høvdu ynskt, at vit ikki skuldu bruka kvinnudagin uppá hetta kjakið, men tað ger tað bara greiðari, hví kvinnustríðsdagurin enn er týdningarmikil. Og um javnstøða er so týdningarmikil fyri vikusskiftissendingina, sum tað var tá Gentugjammið fór av bakkastokki, halda vit tað hevði verið uppá sítt pláss at tosa við javnstøðunevndina nú um avgerðina hjá Terja Rasmussen.
Marianna W. Nagata
Jasmin Mote
Dania O. Tausen