Ongi úrslit

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

Uppskotið hjá andstøðuni í Løgtinginum  er bæði bæði óskiljandi og ábyrgdarleyst

FNU hevur verið á fundi í Løgtinginum og sagt sína hugsan
Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Uppskotið hjá andstøðuni bæði óskiljandi og ábyrgdaleyst. Tað halda tey í Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, FNU.

Andstøðan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um um at lækka skattin hjá oljufeløgunum, fyri at leita eftir olju í Føroyum. Endamálið er at gera tað meiri lokkandi at leita eftir olju á føroyskum øki. Men tað mælur FNU staðiliga frá.

 – Heimurin stendur longu í einari álvarsligari veðurlagskreppu, har vøksturin í CO₂-útlátinum hevur elvt til hækkandi hitastig, hækkandi havstøðu, og fleiri og ógvusligari náttúruvanlukkur kring allan heim, sigur FNU.

 – Veðurlagsvísindini eru greið: skulu vit klára at avmarka hækkandi miðalhitan til at vera undir 1,5 stig, má heimurin gevast at taka olju og gass upp úr jørðini skjótast gjørligt, siga tey.

Oljan, sum liggur í undirgrundini, hevur verið goymd í nógvar milliónir ár. Verður hon tikin upp og brend eftir stuttari tíð, fer tað goymda CO₂ í luftina. Hetta órógvar CO₂ javnvágina, sum hevur tryggjað menniskjum og náttúru støðug liviumstøður í túsundtals ár.

 – At lækka skattin fyri at fáa eina føroyska oljuvinnu í gongd er tí bæði óskiljandi og ábyrgdarleyst.

Føroyar er ímillum tey lond í heiminum, sum hava hægst CO₂ útlát fyri hvønn íbúgva. Vit hava tí eina serliga ábyrgd at ganga undan í grøna orkuskiftinum. Men hetta uppskotið fer beint øvuta vegin, sigur FNU.

Tí halda tey ikki, at tað er ein gongd leið at brúka arbeiðsmegi og íløgur í eina vinnu, sum bæði altjóða stovnar og vísindafólk vilja skal minka so at siga niður í einki so skjótt sum til ber.

– Oljuboring við Føroyar fer at darva okkara møguleika at fremja grøna orkuskiftið, sum Føroyar longu hava bundið seg til í altjóða avtalum sum Paríssáttmálanum og ST-málinum um at vera koltvíiltis-neutral í 2050.

Í uppskotinum verður ført fram, at føroysk oljuvinna kann gerast burðardyggari og demokratisk.

– Slík tala kann illa skjiljast sum annað enn grønvasking, tí oljan verður ongantíð grøn. Uppskotið hjá andstøðuni er eisini meiningsleyst fíggjarliga tí tað ganga nógv ár frá oljuleiting til framleiðslu, og tá verður eftirspurningurin eftir olju væntandi nógv minkaður.

 – Vit hava ikki ráð at spæla við framtíðina hjá komandi ættarliðum. Vit mugu heldur brúka kreftir og fíggjarligar møguleikar til at fremja eitt skjótt, skilagott og burðardygt orkuskifti, sigur FNU. Tí mæla tey frá at samtykkja uppskotið um at lækka skattin fyri oljuleiting.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

22 tímar síðan

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

19 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

16 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

Í gjár kl. 10:32