Ongi úrslit

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

Seks tinglimir atkvødu heldur ímóti at gera barsilsskipani betur, tí teir vilja ikki hoyra talan um at sammøður skulu fáa barsilsgjald

Áki Bertholdsen
11. mars kl. 12:40

Løgtingið hevur, enn einaferð, havt kjak um eitt etiskt mál. Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um at gera fleiri ábøtur í barsilsskipanini.

Í hesum samandi er ætlanin bøta um korini hjá foreldrum, sum fáa tvíburar, ella fleiri børn, umframt hjá foreldrum, sum ættleiða, og foreldrum, sum fáa børn, ið eru fødd ov tíðliga.

Foreldur, sum eiga pinkubørn, sum verða løgd á sjúkrahús, fáa eisini betri sømdir, eins og útgjaldið skal regulerast regluliga so at tað fylgir við lønarhækkingunum í samfelagnum annars.

Og so skulu sammøður eisini fáa sama rætt til at fáa barsilsgjald, sum øll onnur foreldur - men tað vilja Miðflokkurin, Fólkaflokkurin, og Jaspur Langgaard ikki hoyra talan um.

Tí atkvøddu tey eisini fyri einum uppskoti frá Miðflokkinum um at útihýsa sammøðrum úr barsilslógini.

– Sammóðir er eitt løgfrøðiligt hugtak, sum nakrir løgfrøðingar og politikarar hava uppfunnið, siga tey. Hetta nýggja hugtakið gongur beint ímóti náttúruni, lívfrøðini og kristnu siðalagslæruni, sum føroyingar hava bygt á í fleiri øldir, siga tey bæði.

Tey siga, at tað skal vera pláss fyri øllum, men tað merkir ikki, at alt samfelagið skal vendast á høvdið fyri at ganga ynskinum hjá nøkrum fáum borgarum á møti.

Tey staðfesta at tað er bara við einari kvinnu og einum manni, at nýtt lív kann birtast í móðurlívi og tey halda, at lóggávan eigur at vera smíðað út frá hesum grundleggjandi sannleikanum, sum tey orða seg.

Men tá ið Løgtingið hevði felt uppskotið um at útihýsa sammøðrum, atkvøddu Bárður á Lakjuni, Beinir Johannesen og Jaspur Langgaaard, kortini fyri uppskotinum.

Men hini fýra tinglimirnir fyri Fólkaflokkin, og Miðflokkurin, atkvøddi framvegis ímóti. Fyri tey er hetta málið so grundleggjandi, at tey sostatt heldur vilja, at ongar ábøtur vórðu gjørdar í barsilsskipanuna enn at tey vildu geva sammøðrum sama rætt sum onnur foreldur, og at orðið sammóður verður nevnt yvirhøvur.

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30