Høgni Hoydal er slett ikki so ringur at samstarva við, sum fólk søgdu. Tað sigur Erhard Joensen, tinglimur fyri Sambandsflokkin.
Nú Høgni leggur frá sær sum landsstýrismaður í vinnumálum og uttanlandsmálum, nýttu fleiri tinglimir høvi at takka honum fyri avrikini og fyri gott samstarv.
Eitt er, at hansara egnu floksfelagir gjørdu tað, men tað gjørdi Jóannis Joensen úr Javnaðarflokkinum og Hanna Jensen úr Framsókn eisini.
– Heilt frá míni lestrartíð í Keypmannahavn, minnist eg hann sum ein sera framskygdan og víðskygdan politikar, segði Hanna Jensen.
Hon takkaði eisini fyri samstarvið tey hava havt ímeðan hon hevur verið á Løgtingi, tí hon sigur, at hann hevur verið opin fyri at tosa um øll mál, hóast tey ikki altíð hava verið samd.
Men ikki minst takkaði Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkinum, Høgna Hoydal fyri samstarvið.
Erhard Joensen er eisini formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum og hann segði, at ið hann tók við formanssessinum, fekk hann at vita, at Høgni Hoydal var so tvørur og ringur at samstarva við, at tað bar slett ikki til at gera semju við hann yvirhøvur.
Men hann segði at tað vísti seg, at støðan varð beint tann øvugta. Erhard Joensen segði, at samstarvið við Høgna Hoydal hevði verið heilt framúr gott og teir høvdu gjørt bæði stórar og góðar semjur.
Tískil takkaði Erhard Joensen nú fyrrverandi landstýrismanninum fyri samstarvið - og hann segði, at var vegna alla Vinnunevndina at hann takkaði.
Høgni Hoydal takkaði aftur, tí hann helt, at tað er munandi truplari hjá einum andstøðuflokki at fara í samstarv við samgonguna.
Tí var hann serstakliga fegin um, at tað eydnaðist at finna semju ímillum samgonguna og Sambandsflokkinum um stórmál, eitt nú málið um burðardygga ferðavinnu og um málið um gjøldini á alivinnuna, fyri at nevna tvey dømi.
Høgni Hoydal ásannaði eisini, at skuldi hann trúð upp á myndina, sum er av honum í almenninginum, hevði hann heldur ikki atkvøtt fyri sær.
Men samstarv er fortreytin fyri øllum framstigum, legði hann afturat.